Fyri hálvum øðrum ári síðani boðaði eina søguliga breiður politiskur meiriluti frá, at ein semja var um hvussu framtíðar støða Føroya á altjóða pallinum skal síggja út.
Men hví er neyðugt við størri uttanríkispolitiskum rásarúmi? Hvussu fáa vit heimildirnar uppá pláss? Hvørji lond og hvørjar skipanir eru viðkomandi at samanbera okkum við? Hvørjar eru politisku avbjóðingarnar?
Hesir spurningar og aðrir vera til umrøðu á tiltakinum “Sjálvræði í felagsskapi - ein sjálvstøðug tjóð í dagførdum samstarvi”, sum verður í Kongshøll í Havn mikudagin 13. mai kl 13.00 - 15.00.
Á skránni verða framløgur og panelprát um frágreiðing um evnið, sum Javnaðarflokkinum á Fólkatingi hevur framleitt.
Javnaðarflokkurin á Fólkatingi leggur frágreiðingina fram og greiðir frá politiska útspælinum. Síðani verður eitt panelprát millum Helenu Dam á Neystabø, Bjarna Djurholm og Rógvi Olavson. Sólvit Nolsø verður orðstýrari.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.











