Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad høvdu í dag týdningarmiklan dyst á heimavølli í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Dysturin móti HB Køge á Riisskoven leikvøllinum í Aarhus endaði við javnleiki 0-0. Aarhus Fremad hevði væl fleiri málmøguleikar, men teir tóku ikki av.
Aarhus Fremad er næstfremst við 37 stigum. HB Køge er nummar trý, somuleiðis við 37 stigum. Hobro hevur 36 stig, og B93 hevur 32 stig á næstaftasta plássinum.
Tað sum ræður um hjá Martini og liðfeløgunum er at halda frástøðuna til B93.
Komandi hósdag klokkan 12 spælir Aarhus Fremad dyst á útivølli móti Hobro.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Aarhus Fremad-HB Køge 0-0:
##med2##











