VIDEO: Triðja tapið á rað hjá Bjartalíð og liðfeløgunum

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum FC Astana-FC Kyzylzhar 2-1 (0-0)

Tað gongur illa í hond hjá Jóannesi Bjartalíð og liðfeløgunum í FC Kyzylzhar í bestu kasakisku fótbóltsdeildini.

 

Í dag gjørdist talan um 1-2 tap fyri FC Astana á útivølli. Talan er um triðja tapið á rað hjá FC Kyzylzhar, ið er dottið niður á eitt níggjunda pláss, har teir hava 11 stig. Kairat er fremst í deildini við 21 stigum.

 

Støðan var 2-1, tá Jóannes í 65. minutti kom á vøllin fyri FC Kyzylzhar. Seinni hálvleikur var ikki nógv meir enn byrjaður, tá Yuriy Pertsukh legði Kyzylzhar á odda 1-0. Men longu í 58. minutti hevði Astana lagt seg á odda 2-1.

 

Mikudagin klokkan 15 spælir Kyzylzhar fjórðingsfinalu í steypakappingini. Talan verður um dyst á útivølli móti FC Jenis. 

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum FC Astana-FC Kyzylzhar 2-1 (0-0):

 

##med2##