Ofta hoyrir man um, at samkynd í Føroyum flyta av landinum, av tí at viðurskiftini eru so smá. Men Ulrik Skytte úr Lemvig í Danmark gjørdi tað øvugta. Hann heldur, at tað er lættari fyri hann enn føroyingar at siga at hann er samkyndur, av tí at hann onga familju hevur í Føroyum. Eisini at hann ongan kendi, tá ið hann flutti til Føroyar. Men tó er ikki so, at hann flýddi úr Danmark til Føroyar. Áhugin fyri Føroyum kyknaði fyri fimm árum síðani tá Ulrik sum er blomsturbindari, var í Føroyum í sambandi við eina framsýning. Tá hann fekk boðið arbeiði í Føroyum, tók hann av, tí hann helt at tað kundi verið spennandi at roynt at arbeitt í øðrum landi. So væl hevur honum dámt í Føroyum, at hann hevur búð her síðani. Hann hevur starvast í blomsturhandlinum í SMS øll árini.
- Familjan hjá mær hevur meira ella minni altíð vitað, at eg eri samkyndur, uttan so at vit hava tosa nakað serligt um tað. Pápi mín er eisini til menn, og mamma mín hevur altíð havt varhugan av, at eg kundi verið samkyndur. Tað hevur hon lagt til merkis í mínum atburði gjøgnum uppvøksturin. Eg havi ein tvíburðabróður og vit eru sum dagur og nátt. Tá vit vóru yngri arbeiddi beiggi mín altíð úti meðan eg var við í tí húsliga saman við mammu, sigur Ulrik, sum leggur afturat, at tað hevur verið verri hjá fosturpápa sínum at venja seg við, at hann er samkyndur.
Tímdi ikki at goyma veruleikan
Sjálvt um Ulrik er samkyndur og heldur seg hava vitað tað meginpartin av lívinum, so hevur hann eisini verið eitt sindur saman við konufólki. Men ásannaði at hetta var ikki nakað fyri seg.
- Eg kundi sjálvandi roynt at hildið út, og skúgva tankan um at eg eri samkyndur til viks. Og kanska eisini fingið børn saman við onkrari, men tað hevði bara verið órættvíst ímóti tí gentu, um eg so seinni skuldi farið frá henni, tí eg eri samkyndur, sigur Ulrik.
Tá Ulrik varð 22 ára gamal tímdi hann ikki longur at goyma veruleikan meira. Tá legði hann ikki meira í, hvat fólk hugsaðu um hann, hann vildi bara verða akkurát sum hann var.
- Vinfólkini hjá mær vóru tey fyrstu, sum eg segði tað við. Tey høvdu so at siga bara bíðað eftir, at eg fór at siga tað sjálvur. Eg haldi ikki, at nakar hevur tikið avstand frá mær av teirri orsøk, heldur ikki her í Føroyum. Kanska heldur tvørtur ímóti, sigur Ulrik.
Sjálvt um hann ikki tímir at pakka tað inn, at hann er samkyndur, so er tað heldur ikki so, at hann roynir at rópa hart um tað.
- Ein skal heldur ikki plága fólk, sigur hann.
Harmiligt at samkyndir føroyingar fara av landinum
Sjálvt um Ulrik er ovfarin av, hvussu væl hann er móttikin í Føroyum, so heldur hann álíkavæl, at samkynd í Føroyum hava tað ringt. Hann heldur tað er serliga ringt hjá fólki at koma fram við tí, at tey eru samkynd. Kanska serliga úti á bygd, har øll kenna øll, og tað er skjótt at slaturin gongur.
- Tað kann vera av teirri ørsøk, at tey eru bangin fyri, hvussu foreldur og vinfólk og annars øll í familjuni fara at taka tað. Og um tey vera útstoytt. Tey eru í eini støðu, har tey halda, at tey eru einsamøll í allari verðini. Eisini kann tað vera, at tey eru uppvaksin við, at tað ein synd at vera samkyndur, sigur Ulrik.
Tað ger heldur ikki støðuna betri, at samkynd í Føroyum ikki hava nakrastaðni at møtast, men samtsundis sum hann sigur tað, er hann greiður yvir, at tey hevði borið illa til at havt ein náttklubba, har samkynd kundu komið saman, líkasum í Danmark.
- Til tað eru Føroyar ov lítlar og konservativar í mun til Danmark, har alt er fríari. Tað er eisini ein vandi fyri, at tey sum ikki eru samkynd, ikki høvdu torað at vitja ein tílíkan klubba, bangin fyri at verða "stemplað" samkynd, sigur Ulrik.
Sjálvt um Ulrik hevur tosað við fleiri um, at okkurt átti at verðið gjørt fyri at samkynd kunnu koman saman, er ringt at taka stig til nakað ítøkiligt.
- Kanska er nakað nógv at siga at samkynd í Føroyum noyðast av landinum, men eg skilji tey væl og tað er sera harmiligt, at ein skal føla, at tað ikki er pláss fyri einum.
- Tað skal ein hugburðsbroyting til, og tað kann taka nógv ár, áðrenn føroyingar hava vant seg við, at tað eru samkynd í samfelagnum, sum eisini vilja viðurkennast. Tað vísur seg at vera lættari hjá teimum ungu í dag, har alt verður tosað meira opið um nærum øll viðurskifti, at viðurkenna ein, ið skilur seg úr mongdini. So kanska fara viðurskiftini at batna.
Hevði ikki viljað verið øðrvísi
- At eg eri samkyndur er ikki nakað eg eri keddur av. Eg hevði ikki viljað verið øðrvísi enn eg eri. Eg havi góð vinfólk og royni ikki at goyma, at eg eri sum eg eri, sigur Ulrik.
Spurdur um, hvat hann heldur um, at samkynd skulu kunna giftast og ættleiða børn, er hann eitt lítið sindur í iva. Tá samkynd kunnu giftast í einum landi sum Danmark, heldur hann tað vera løgið, at man so ikki eisini kann giftast í Føroyum. Men hann er ikki vísur í um samkynd skulu hava rætt til at ættleiða børn, ájavnt ikki-samkynd.
- Tá hevur ein við eina lagnu at gera. Fyri tað er tað ikki sagt, at børn hava tað ringt hjá samkyndum, meira tað, at eitt barn hevur brúk fyri eini mammu og einum pápa, heldur Ulrik fyri.
Sjálvur livir Ulrik ikki saman við nøkrum, og hevur ikki sjálvur børn, so hann gleðist heldur um børnini hjá familju og vinum, og er góður við tey, sum um tey vóru hansara egnu.
- Sig tað við foreldrini og teir nærmastu vinirnar um tú ert samkyndur. Tað gjørdi eg, og tað eri eg glaður fyri í dag. At goyma tað er bara tyngjandi. Ein er tann sami persónurin fyri tað, sigur Ulrik Skytte at enda.