Amboðsfimleikur: Nýtt lands­liðs­venj­ara­toymi

Sum part av fyrireikingunum til Betri Oyggjaleikir 2027, hevur Føroya Fimleikasamband sett nýtt venjaratoymi.

Rósing Dam og Rúni Lamhauge eru venjarar hjá manslandsliðnum, meðan Fríðhild Norðgerð Johannesen og Ardalan Niksima standa á odda fyri kvinnulandsliðnum.

 

Nýggju venjararnir hava drúgvar royndir innan bæði føroyskan og altjóða fimleik. Rúni Lamhauge hevur verið ein virkin partur av føroyskum fimleiki í meira enn trý áratíggju. Hann hevur vunnið fleiri FM-heiti og fyrsta gullheiðursmerkir í fimleiki á Oyggjaleikum, og hevur fleiri ferðir verið kosin ársins amboðsvenjari. Seinastu árini hevur hann verið høvuðsvenjari hjá Fimleikafelagnum Støkk.

 

Rósing Dam hevur eisini drúgvar royndir sum bæði íðkari og venjari. Hann var fastur íðkari á føroyska landsliðnum frá 2005 til 2011, vann fleiri FM-heiti við Havnar Fimleikafelag og gull á Oyggjaleikum, og luttók harumframt í bæði North European Championships og Nordic Championships. Síðani hevur hann arbeitt við menning av føroyskum amboðsfimleiki sum venjari og leiðari.

 

Fríðhild Norðgerð Johannesen hevur verið fimleikari hjá bæði Støkk og Havnar Fimleikafelag. Hon hevur harumframt luttikið fyri Føroyar á Oyggjaleikunum í Bermuda. Hon hevur drúgvar royndir sum amboðsvenjari og er útbúgvin fysioterapeutur.

 

Ardalan Niksima hevur meira enn 30 ára royndir sum fimleikavenjari og hevur starvast í Føroyum, Íslandi og New Zealand. Hann hevur verið høvuðsvenjari hjá fimleikafelagnum Ljósinum í mong ár og hevur drúgvar royndir við bæði gentum og dreingjum á høgum støði.

 

Við hesum venjaratoymi styrkir FFS arbeiðið við føroysku landsliðunum fram móti Oyggjaleikunum í 2027.