Amerikanski handilsmaðurin Ted Turner, sum stovnaði sjónvarpsrásina CNN, er deyður. Hann var 87 ára gamal.
Tað boðar CNN frá í dag, sambært tíðindastovuni Reuters.
Ted Turner kollvelti sjónvarpstíðindi við CNN, sum gjørdist fyrsta sjónvarpsrásin, sum sendi tíðindi alt samdøgrið.
CNN gjørdist ein týðandi tíðindakelda undir Flógvakrígnum í 1990 og 1991, har tað veitti drúgva beinleiðis frásøgn.
Rásin varð stovnað 1. juni 1980, og var tá send til 1,7 milliónir amerikonsk húsarhald í kaðalsjónvarpinum.
Í dag røkka CNN og tess samstarvsfelagar tvær milliardir fólk um allan heimin.
Amerikanska sjónvarpsrásin hevur verið fyrimynd fyri líknandi rásum í nógvum øðrum londum.
Stjórin og formaðurin í CNN, Mark Thompson, kallaði Ted Turner í eini fráboðan mikudagin fyri "ein djúpt engageraðan og hollan leiðara".
– Hann var og verður altíð leiðandi andi hjá CNN. Ted er risin, á hvørs herðum vit standa, og í dag vilja vit øll taka eina løtu at heiðra honum og ta ávirkan, hann hevur havt á okkara lív og á heimin, segði hann, sambært CNN.
Ted Turner fekk staðfest Lewy kropsdemens stutt fyri 80 ára føðingardagin.
Sjúkan elvir til minnismiss og kann elva til rørsluórógv, sum líkjast eyðkennunum hjá Parkinsonsjúku.
Ted Turner, hvørs veruliga navn er Robert Edward Turner III, varð føddur 19. november 1938.
Hann vaks upp í Cincinnati í Ohio, har pápin rak eina lønandi lýsingafyritøku. Ted Turner tók yvir fyritøkuna í 1963, eftir at pápi hansara gjørdi sjálvmorð.
Ted Turner broytti navnið til Turner Broadcasting Company, og víðkaði seinni virksemið til at fevna um miðlafeløg og baseballlið.
Í 1996 seldi hann sítt lívsverk til Time Warner Group, sum gav honum 7,3 milliardir dollarar.
Ted Turner gjørdist eisini ein av heimsins fremstu umhvørvisfrøðingum, og í 1998 gav hann eina milliard dollarar til ST.
Peningurin fór til at stovna ST-grunnin, sum millum annað snýr seg um veðurlagsbroytingar, burðardygga menning og tøkni.
Hann stovnaði eisini Turner Foundation í 1990, sum stuðlar stríðnum móti veðurlagsbroytingum og átøkum at betra um luft- og vatngóðskuna.
Ted Turner var giftur tríggjar ferðir. Seinast til amerikansku sjónleikarinnuna Jane Fonda. Tey bæði vóru gift í tíggju ár og skildust í 2001.
Eftirhann eru fimm børn, 14 barnabørn og tvey langabbabørn.
/Ritzau/











