Andrias Nielsen til Neistan

21 ára gamli Andrias Nielsen fer at spæla við Neistanum næsta kappingarár

Tað skrivar heimasíðan hjá Neistanum
Orsøkirnar er tvær, sigur Andrias Nielsen við neistin.fo. 
– Tað fyrsta er, at hugurin er at royna nýggjar avbjóðingar eftir at hava spælt trý ár í KÍF. Hin orsøkin er, at svágur mín, Heini Hanusarson, spælir í Neistanum, og frá honum kann eg fáa nýggjan íblástur og læra nógv á høgra bakki, sigur Andrias Nielsen.