Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Hellas Verona eru staðfestir niðurflytarar til næstbestu italsku fótbóltsdeildina, Seriu B. Men tað forðaði teimum ikki at fremja eitt gott avrik á einum torførum útivølli í dag.
Á Allianz Arena leikvøllinum í Torino megnaði Hellas Verona javnleik 1-1 móti søguríka fótbóltsrisanum, Juventus.
Kieron Bowie legði Hellas Verona á odda 11 minuttir undan steðginum. Í 62. minutti javnaði Juventus til 1-1.
Juventus hevði bóltin væl meira, og teir høvdu væl fleiri málmøguleikar enn útiliðið, men millum brandarnar í verjuni hjá Hellas Verona var Andrias Edmundsson. Frá Soccerstand fær Andrias karakterin 7,5, og frá Sofascore fær hann karakterin 7,4 (av 10 møguligum).
Fremsti leikarin hjá Hellas Verona í dag var tó málverjin, Lorenzo Montipò sum hevði nógvar góðar bjargingar.
Hellas Verona er næstaftast í Seriu A við 20 stigum.
Komandi sunnudag klokkan 11.30 hevur Hellas Verona dyst á heimavølli móti Como.











