Regin Hammer
????????????
Nú hevur val júst verið, og tingið hevur fingið nýggja samanseting. Í skrivandi løtu sær út til at nakrir flokkar fara at finna útav at arbeiða saman og fara í samgongu skjótt. Hesin greinastubbi er tó eitt hjartasuffi viðvíkjandi tí føroyska andstøðupolitikkinum.
Kílar í samgonguna
Føroyskur andstøðupolitikkur hevur leingi snúð seg um bert at vera ímóti tí, sum samgongan arbeiðir við, ella at royna at seta kílar millum samgonguflokkarnar. Ein háttur sum ofta verður brúktur er, at andstøðan leggur lógaruppskot fyri tingið við tí vón, at onkur einstakur samgongutinglimur fer at atkvøða móti sínum egna flokki saman við andstøðuni. Ikki tí at andstøðan sjálv møguliga er so øgiliga áhugað í hesum evni, men áhugamálið tykist mest vera at gera eina roynd, at fáa samgongutinglimir at venda sær móti hvørjum øðrum. Slíkar royndir at sabotera eru sjálvsagt demokratiski rætturin hjá andstøðuflokkunum, og hetta er í roynd og veru eisini ein av teimum mekanismum, sum tingfólk skal hava fyri at tað umboðandi (representativa) fólkaræðið skal vera virkið og livandi. Og tingfólk skulu eisini kunna atkvøða sjálvstøðugt uttan at ein floksleiðsla fortelur hvørjum einum skal atkvøða fyri og ímóti. Men sjálvt um hetta er ein rættur í verandi demokratisku skipanini, so er slíkt tingarbeiði ikki serliga konstruktivt ella uppbyggjandi fyri Føroya land, men niðurbrýtur heldur álit Føroya fólks á Løgtingið.
Skugga-landsstýri
Í fleiri øðrum londum, eitt nú Bretlandi, skipa andstøðurnar seg á sama hátt sum ein samgonga, nevniliga við einum andstøðuleiðara, fíggjarmálaráðharra, heilsumálaráðharra o.s.f. Við hesum gevur andstøðan veljaranum greið boð um, at um vit sótu við valdið, so høvdu vit sett hesi fólkini at stjórnað landinum. Í Bretlandi verður hetta nevnt "shadow cabinet" ella skugga-landsstýri. Hetta vil siga, at hendan skugga-stjórn roynir at vera virkin og at taka støðu til tað sama sum veruliga stjórnin, og ger ítøkiligar viðmerkingar til avgerðirnar hjá stjórnini.
Fíggjarlóg frá andstøðuni
Sum omanfyri nevnt, er orðaskiftið á tingi ofta merkt av, at andstøðan er ímóti øllum sum samgongan ella landsstýrið arbeiðir við. Ein andstøðutinglimur er ímóti fíggjarlógaruppskotinum, tí ov lítið av peningi verður brúktur, meðan ein annar andstøðutinglimur, møguliga enntá úr sama flokki, kann siga at landskassayvirskotið er ov lítið. Sostatt er onki samanhang í viðmerkingunum frá andstøðuni á tingi, og kann út frá slíkum viðmerkingum vera ringt hjá almenninginum at fáa eina veruliga mynd av, hvat andstøðan veruliga meinar.
Eitt hitt størsta kjakevnið í Løgtinginum er hin árliga fíggjarlógin, ið ásetur hvussu fíggjarorka landsins skal nýtast í komandi árinum. Tað er tí fíggjarlógin, sum skal umseta størsta partin av politikkinum til veruleika. Tí er tað av ómetaliga stórum týdningi, at viðgerðin av hesum máli á tingi hevur ta góðsku, sum Føroya fólk hevur krav uppá.
Heilt ítøkiligt, so hevði tað heilt víst verið ómetaliga gagnligt fyri sakligheitina í kjakinum á tingi um eisini andstøðan legði fram eitt fíggjarlógarupp-skot, sum var samanhangandi, og sum greitt vísti hvat andstøðan heldur, at fíggjarorka landsins skal brúkast til. So um and-støðan er ósamd við samgonguna um fíggjarlógina, so kundi hon lagt fram eitt alternativt uppskot í staðin. Tá fær borgarin møguleika at síggja eitt veruligt og samanhangandi alternativ til samgonguuppskotið.
So í staðin fyri at sita afturá í 4 ár og vera ímóti øllum, so kundi ein and-støða verið konstruktiv og verið eitt veruligt mótspæl til samgonguna. Føroya fólk kundi eisini soleiðis sæð, at ikki bara orðavavstur kom frá andstøðuni, men konstruktiv innlegg.
Møguliga er hetta bert ein utopiskur tanki, men gott hevði verið um nývalda ting okkara tók hendan tanka um eina virkna andstøðu til sín. Alt tingfólkið fær jú tingmannaløn - ikki bara tey sum eru í samgongu.