Anfinn umhugsar at leita eftir hurðini

Á aðalfundinun í Norðoya Fólkafloksfelag, boðaði Anfinn Kallsberg frá, at hann ivast í um hann stillar upp aftur á næsta løgtingsvali, tí hann heldur, at stundin er komin, at lata yngri kreftir sleppa framat

Ein av okkara kendastu politkkarum Anfinn Kallsberg úr Fólkaflokkinum, umhugsar nú at taka seg úr politikki.
Tað staðfestir heimasíðan hjá Norðoya Fólkafloksfelag eftir aðalfund í felagnum nú ein dagin.
Á fundinum boðaði formaður Fólkafloksins frá, at hann heldur, at stundin er komin at lata ungri kreftir sleppa framat.
Og sjálvur hellir hann til at hann stillar ikki uppaftur, boðar Norðoya Fólkafloksfelag frá.
Anfinn Kallsberg vísir á, at av teimum sjey løgtingsmonnunum hjá Fólkaflokkinum, eru fimm av teimum við at fara um tey seksti, ella eru væl og virðiliga farnir um tey seksti.
- Tí haldi eg ikki, at vit, sum eru komin upp í árini, eiga at standa í vegin fyri at lata tey yngru sleppa framat, sigur hann.
Men hetta var ikki nakað, sum aðalfundurin í Norðoya Fólkafloksfelag tók undir við, tí
fundurin mælti honum staðiliga til at umhugsa sína støðu einaferð enn, sigur Norðoya Fólkafloksfelag.
Sjálvur sigur Anfinn Kallsberg, at tað er á hvørjum vali, at hann umhugsar at stilla upp aftur.
- Men nú eri eg á veg um tey seksti, so nú haldi eg, at stundin er komin at eg finni hurðina.
Sjálvur vil hann kortini ikki siga um hann stillar upp aftur ella ikki.
- Tað er ein avgerð, sum ikki verður tikin, fyrrenn tað kemur har til, sigur hann.