info
Ongi úrslit

Ein heilsumiðstøð skal byggjast í Suðuroynni

Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur boðað kommununum í Suðuroynni frá, at hon ætlar at taka avgerð um at staðseta eina felags heilsumiðstøð í oynni. Samstundis verður støða tikin til framtíðina hjá Suðuroyar apoteki.

Eirikur Lindenskov
4. september 2026 kl. 16:45

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, hevur svarað einum skrivligum fyrispurningi frá Jenisi av Rana um ætlanirnar fyri heilsumiðstøð og apotek í Suðuroynni.

Í svarinum staðfestir hon, at tað er bæði til fyrimuns fyri borgarar og heilsustarvsfólk at savna virksemið í einari heilsumiðstøð.

– Landsstýriskvinnan er samd við borgarstjórunum í kommununum í Suðuroynni í, at tað er til fyrimuns fyri bæði heilsustarvsfólk og borgarar, og samsvarar tað eisini við ynski hjá bæði kommunulæknum og læknum undir útbúgving til kommunulækna, at tað verður ein heilsumiðstøð fyri alla oynna, skrivar hon.

Kommunurnar hava svarað

Landsstýriskvinnan upplýsir, at hon í summar boðaði kommununum frá, at hon við heimild í lógini um heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum ætlar at taka avgerð um staðsetingina.

Heilsu- og orkumálaráðið hevur síðani sent kommununum í Suðuroynni fleiri spurningar fyri at fáa lýst fortreytirnar fyri at byggja ella umbyggja eina heilsumiðstøð.

Nú eru svarini komin inn.

– Heilsu- og orkumálaráðið hevur fyri stuttum fingið svar frá kommununum, og fara svarini nú at verða viðgjørd og brúkt til at taka avgerð um staðsetingina, skrivar landsstýriskvinnan.

Apotekið eisini til viðgerðar

Sambært svarinum verður samstundis tikin støða til framtíðina hjá Suðuroyar apoteki.

Tað skal metast um, hvørt verandi apotek skal umvælast, ella um onnur høli skulu útvegast til endamálið.

Landsstýriskvinnan vísir eisini á, at hóast sjálv byggingin av heilsumiðstøðum er ein kommunal uppgáva, hava bæði hon og undanfarin landsstýrisfólk umrøtt málið við kommunurnar í Suðuroynni.

Svarið bendir sostatt á, at málið nú er komið inn í eitt stig, har landsstýrið fyrireikar eina endaliga avgerð um, hvar ein felags heilsumiðstøð í Suðuroynni skal staðsetast.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

18 tímar síðan

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Magni Højgaard spyr um al­menna av­rúsing

33 minuttir síðan
Tíðindi

Fekk bót fyri at leggja upp til slagsmál

1 tími síðan
Tíðindi

Ukrainskt álop førdi til streymslit á Krim

1 tími síðan
Tíðindi

At vitja Norðurlond er sum at vitja eitt systkinabarn

1 tími síðan
Tíðindi

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

2 tímar síðan
Tíðindi

Funnu hassj og ketamin uppi á manni

2 tímar síðan
Tíðindi

Tríggir bil­før­ar­ar koyrdu til treyt­aða frá­døming

3 tímar síðan
Tíðindi

Russland sigur seg hava lopið á ukrainskan havnarbý

4 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ fær FM-steypið handað á Tórsvølli

4 tímar síðan
Tíðindi

Spreingingar í Riyad í nátt

5 tímar síðan
Hondbóltur

10 føroysk mál tá HØJ vann á Stoholm

6 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Hanusi tapti fyri 2. deildarliði í steypakappingini

12 tímar síðan