Ársaðalfundurin 2025 hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag, FSN, sum í ár bleiv hildin á Hotel Hilton í Havn, er av. Beinanvegin aftaná skipaði nýggja nevndin seg, og greitt er, at Annfinnur Garðalíð heldur fram sum formaður, og Elias Zachariasen heldur fram sum næstformaður.
Teir báðir Jørgin Thomsen, stýrimaður á Gøtunesi, og Petur Mohr, yvirstýrimaður á Ternuni, eru nývaldir í nevndina. Úr nevndini fara Finnbogi Berg, ið var ov stuttur á valinum, og Jørgen Nielsen, sum ikki stillaði uppaftur.
Nýggja nevndin sær tískil soleiðis út: Annfinnur Garðalíð, formaður, Elias Zachariasen, næstformaður, Alfred Jacobsen, Martin Mohr í Grund, Kristian Oskar Henriksen, Jónfinn Poulsen, Jákup Gøthe, Arnfinn Hansen, Jørgin Thomsen og Petur Mohr.
Positivar broytingar
Í síni formansfrágreiðing um virksemið hjá felagnum í 2025 nam Annfinnur Garðalíð millum annað við sáttmálasamráðingarnar, sum hava verið í ár.
Samráðingarnar við Reiðarafelagið fyri Handilsskip, RFH, byrjaðu við kravhandan 20. januar, og tað gekk smidliga at fáa semju um karmarnar fyri tvey tey fyrstu árini, ávikavist 4,32 prosent og 3,87 prosent.
Síðan kom tó stígur í samráðingarnar, og boð vóru eftir Semingsstovninum. Tá kom glið á aftur, og sáttmálin bleiv undirskrivaður 18. mars við nøkrum broytingum, sum nevndin helt vera positivar. Til dømis hækkaði krónusatsurin fyri yvirtíð, online skeið, sum verða tikin heima, telja sum vanligir skeiðsdagar, og í greinini um frítíð og útmynstring er nú ásett, at skiparar og stýrimenn skulu samsýnast við einum frídegi eyka fyri hvønn dag, sum fer út um pluss/minus 24 tímar.
Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, greiðir frá
Gott og minni gott
Formaðurin kundi staðfesta, at 2025 hevur roynst stak væl hjá botnfiskaflotanum bæði í heimasjógvi og á fjarleiðum og bæði í fiskiskapi og prísi. Hann vónaði sjálvsagt, at góða gongdin fór at halda fram, men onkrar skerjingar í fiskiskapinum kunnu kanska væntast. Eitt nú hava tað verið nógvir dagar at taka av í sonevnda buffaranum í ár, men teir verða ikki so nógvir næsta ár, tí tað er fiskað so nógv undir Føroyum í ár. Møguliga verða fiskidagarnir eisini skerdir næsta ár. Tað telur tó upp, at kvotan á Flemish Cap, sum hækkaði nakað í ár, eisini fer at hækka í 2026.
Fyri uppsjóvarskipini eru útlitini meira fløkt. Makrelprísurin hevur verið stak góður orsakað av lækkandi kvotum, men nú minka tær so nógv, at møgulig príshækking verri enn so fer at kunna viga upp ímóti.
Annfinnur Garðalíð vísti á, at makrelsemjan millum Føroyar, Bretland, ES og Norra hevur við sær, at hesi londini hava minkað sínar kvotur, meðan Russland, Ísland og Grønland ikki eru við í nakrari semju og tískil ikki noyðast at minka um sín fiskiskap.
- Tískil hjálpa vit hesum londunum at fiska sær rættindi, og tað kann tykjast ivasamt, um tað er rætt, segði hann.
Ivasamar sildaavtalur
Eisini segði formaðurin, at flestu manningarnar á uppsjóvarskipunum høvdu sera ilt við at skilja sildaavtaluna, sum Føroyar gjørdu við Norra í ár, tí vit lata helvtina av kvotuni afturfyri at sleppa at fiska alla sildakvotuna í norskum sjógvi. Hetta hóast sildin er minni og hevur lægri virði í norskum sjógvi samanborið við í íslendskum sjógvi. Harafturat heldur sildin til rættiliga norðalaga, tá hon er í norskum sjógvi, so teinurin at sigla er langur.
Tá tað ræður um íslendsku sildina, eru føroyingar eisini fyri stórum vanbýti, vísti Annfinnur Garðalíð á. Tí hóast vit sleppa at fiska alla kvotuna óskerda í íslendskum sjógvi, so skal fiskiskapurin vera uttan fyri eina linju, ið útihýsir føroysku skipini frá at fiska har, sum sildin er stóran part av tíðini, meðan hon er í íslendskum sjógvi. Afturímóti sleppa íslendsku skipini at fiska teirra kvotu í føroyskum sjógvi, har teir hava hug til.
- Har er ikki javnvág í avtaluni millum hesi londini, staðfesti Annfinnur Garðalíð.
Mótbrekka í Fasta Gerðarrætti
Hann greiddi eisini frá um stríðsspurningarnar, sum í ár eru lagdir fyri Fasta Gerðarrætt at taka støðu til.
Fyrst var tað málið um, hvørt skiftidagurin við handilsskipum og í frálandavinnuni eigur at geva bæði løn og upptjentan frídag. Ta fatan hevur FSN, sum eisini varð stuðlað av Maskinmeistarafelagnum í málinum.
Tað kom óvart á feløgini bæði, at tey ikki fingu viðhald í Fasta Gerðarrætti í hesum málinum, og Annfinnur Garðalíð segði, at feløgini hava tosað um í staðin at royna málið í vanligu rættarskipanini við uppáhaldi um brot á lógina um sjófólk.
Hitt gerðarrættarmálið var í sambandi við, at kýpriska ferðamannaskipið Galaxy varð leigað inn sum avloysaraskip fyri Smyril, meðan hann var í dokk. Hvørki Galaxy ella leiguskip yvirhøvur eru nevnd í sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið/Strandferðsluna, og tá ongin onnur avtala var gjørd, bannaðu FSN og Maskinmeistarafelagið sínum limum at gera tænastu umborð.
Eisini hetta málið bleiv tapt í Fasta Gerðarrætti, sum dømdi tænastubannið at vera óheimilað stríðsstig. Gerðarrætturin segði, at tað hinvegin var ein tulkingarspuringur, um sjálvur sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið/Strandferðsluna eisini var galdandi fyri Galaxy, og at eitt slíkt mál kundi taka tvey-trý ár at avgreiða.
FSN-formaðurin segði, at felagið ikki kendi seg hava viðvind í Fasta Gerðarrætti og tí var eitt sindur varið við at brúka hann. Hann segði eisini, at nøkur feløg vóru so misnøgd við Fasta Gerðarrætt, at tey høvdu hug at taka seg úr skipanini, men fyri at gera tað skulu í minsta lagi fimm feløg standa saman um tað.
Væl umtókt brúgvakaffi
Føroya Skipara- og Navigatørfelag leggur eisini dent á at bjóða limunum møguleika fyri sosialari samveru við innihaldi, og nýggja átakið “brúgvakaffi”, var sera væl móttikið, greiddi formaðurin frá.
Í ár hevur brúgvakaffi verið sættu hvørja viku, og sum væleydnað dømi nevndi Annfinnur Garðalíð frásøgnina hjá Sámali Bláhamar um Union Jack, sum var søktur av kavbáti, og frásøgnina hjá Kjartani Kjartansson, ið var við klaksvíkslínuskipinum Sigurfara, sum 16. februar í 1982 bjargaði fimm russiskum sjófólkum og tók enn fleiri lík upp úr sjónum, tá farmaskipið Mekhanik Tarasov fórst í ódnarveðri á Flemish Cap. Frásøgnin snúið seg í stóran mun um langtíðarávirkanina, ið hendingin hevði á Kjartan og aðrar av manningini við, tí tá bleiv at kalla ikki tosað um hana og als ikki um nakra kreppuhjálp.
Alarmerandi miðalaldur
Annfinnur Garðalíð kom við eini áheitan á limirnar um at kanna síni viðurskifti viðvíkjandi pensjón og samlagstrygging. Hann gjørdi vart við, at miðalaldurin á limunum, sum eru partur av samlagstryggingini hjá felagnum, er 61 ár. Tað merkir, at nógvir ungir limir ikki eru við og tískil eisini eru illa staddir, um teir verða fyri vanlukku – og ikki minni eru tey avvarðandi illa stødd, um so illa vil til, at limur doyr.
- Hetta er alarmerandi, og vit hava skyldu at hugsa um hetta, segði formaðurin.
Í hvussu er limirnir, sum vóru møttir á aðalfundinum, tyktust gáa um týdningin av, at hava sínar tryggingar í lagi, tí flestu spurningarnir og viðmerkingarnar aftaná snúðu seg um júst hetta.
##med2##
Óbroytt limagjald
Eitt uppskot var komið inn um at lækka limagjaldi úr einum prosenti niður í 0,75 prosent. Petur Mohr, sum eisini bleiv nývaldur í nevndina, átti uppskotið. Ein útrokning, sum grannskoðaravirkið Menta hevði gjørt av avleiðingunum av eini møguligari lækking av limagjaldinum samsvarandi uppsksotinum, bleiv síðan víst á uppvørpu, og tað fekk uppskotsstillaran at taka tað aftur.
Hann greiddi frá, at tað var blivið tosað um limagjaldið, og at tað møguliga kundi vera lægri, og hann hevði tí lagt uppskotið fram fyri at fáa eitt kjak um spurningin og fakta á borðið. Tað hevði hann so fingið og var blivin sannførdur um, at tað ikki var skilagott at lækka limagjaldið nú.
Soleiðis endaði ársaðalfundurin uttan stórvegis kjak, og í kvøld heldur Føroya Skipara- og Navigatørfelag stóra føðingardagveitslu á Hotel Hilton í sambandi við, at felagið fyllir 130 ár 4. januar.
##med3##













