Í nýggjársheilsan til russiska forsetan, Vladimir Putin, segði Kim Jong-un, at Norðurkorea og Russland hava deilt "blóð, lív og deyða í somu skotgrøv".
Tað skrivaði statsliga norðurkoreanska tíðindastovan KCNA leygardagin.
Kim Jong-un kallaði 2025 eitt "sanniliga innihaldsríkt ár" fyri samgonguna millum tjóðirnar báðar.
Sambært suðurkoreanskum og vesturlendskum fregnartænastum hevur Norðurkorea sent túsundtals hermenn at berjast fyri Russlandi, sum heldur fram við sínum nærum fýra ára langa stríði móti Ukraina.
Ritzau/AFP











