Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í kvøld seinasta kappingardystin í 2025.
Í heimadysti í Max Schmelling høllini vann Füchse Berlin í dysti í bundesliguni stórsigur 42-29 á Göppingen.
Í steðginum var støðan javnleikur 17-17. Í seinna hálvleiki gekk framúr væl hjá berlinarnum, ið vunnu seinna hálvleik 25-12.
Hákun var effektivur í ársins seinasta dysti. Hann fekk tríggjar málmøguleikar, og hann setti allar í netið. Hákun hevur higartil í hesum kappingarárinum skotið 61 mál.
Füchse Berlin er nummar fýra í deildini við 28 stigum. Magdeburg er fremst við 36 stigum.
Hákun fer nú at ferðast heim til EM-fyrireikingarnar, har m.a. tveir dystir móti Italia eru á skránni við Tjarnir, 9. og 11. januar.











