Hetta skrivar hon í einum uppslagi á Instagram, har hon smílist breitt og vísir búkin framman fyri einum jólatræ.
– Størsta jólagávan vit nakrantíð kundu biðið um - ein lítil genta kemur í mai, skrivar Leavitt á sosialu miðlunum.
Karoline Leavitt gerst sostatt fyrsti persónur í høgu sessinum, sum er við barn, skrivar tíðindastovan AFP.
Hon gjørdist yngsti tíðindaskrivari í Hvítu Húsunum nakrantíð, tá hon í januar í byrjanini av øðrum valskeiðnum hjá Donald Trump, forseta, varð sett í starv.
/Ritzau/











