Beinta M Pedersen er forkvinna í KRIS, og tí fer meðinparturin av hennara ólavsøku við at arbeiða í ár. Tó ætlar hon at njóta Ólavsøkuhugnan, og at fáa eitt sindur við av øllum tí, ið á hvørjum árið myndar ólavsøkuna.
- Hóast eg skal arbeiða, so havi eg frí tá ið kappóður er, so tað ætli eg mær til, sigur Beinta.
Beinta sigur, at ólavsøkan hevur nógv at siga fyri samfelagi, tá ið hon heldur upp á okkara tjóð.
- Eisini hevur ólavsøkan nógv at siga fyri meg persónliga, kanska serliga av tí at Havnin er mín heimbýur, sigur Beinta.
Beinta og maður hennara eru búsitandi í Hvalvík, og fáa tí ikki ólavsøkugestir á gátt.
Tí hevur tað tey seinastu árini verið siðvenja hjá teimum at fara til systir Beintu fyri at hugna sær saman har, eins og til at fáa sær ein góðan bita. Eftir at øll eru mett av góða ólavsøkuborðinum, ið har er, gongur leiðin oman í býin at heilsa upp á fólk.
- Tað besta við ólavsøkuni er at møta vinum og kenningum, og tað gleði eg meg eisini til í ár, sigur Beinta, og leggur afturat at tað einki er, ið henni ikki dámar við ólavsøkuni.