Arbeiðsgevarar forða uppstilling

?Tað er ómetaliga skuffandi, at nøkur arbeiðspláss forða teirra starvsfólkum at stilla upp, tí tað er ein borgarlig skylda at stilla upp, um tað verður heitt á teg, sigur Carl August Arge, ið er formaður í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag

Seinasta fríggjadag kom Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag á mál við uppstillingini til kommunuvalið 9. november. Eins og flestu aðrir flokkar, hevur Sjálvstýrisflokkurin havt trupulleikar við at finna fólk, sum eru sinnað at stilla upp.
? Tað hevur verið øgiliga ringt at fáa serliga kvinnur á listan hesaferð. Vit høvdu vónað at fáa fleiri yngri kvinnur á listan, men tað eydnaðist tí verri ikki, sigur Carl August Arge formaður í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag.
Hann leggur afturat, at Sjálvstýrisflokkurin hevur havt fleiri fólk, sum upprunaliga høvdu játtað at stilla upp fyri flokkin, men hava verið trýst at takka nei, tí arbeiðsgevari teirra hevur sett seg ímóti.
?Tað er ómetaliga skuffandi, at nøkur arbeiðspláss forða teirra starvsfólkum at stilla upp, tí tað er ein borgarlig skylda at stilla upp, um tað verður heitt á teg. Vit hava hesaferð merkt illvilja frá fleiri arbeiðsgevarum, og tað er ein stak óheppin og ivasom gongd, vísir Carl August Arge á.

Atkvøðuslúkarar burtur
Sammett við listan hjá Sjálvstýrisflokkinum á seinsta kommunuvali í Havn kann ein leggja til merkis, at atkvøðuslúkararnir hjá flokkinum frá valinum í 2000 ikki stilla hesaferð.
Hvørki Ronald Poulsen ella Ása Olsen, sum fingu ávikavist 121 og 104 atkvøður, eru á listanum Sjálvstýrisflokkinum. Sjálvstýrisflokkurin megnaði ikki at vinna sær ein sess í Tórshavnar býráð á seinasta kommunuvalið, men kortini hevur Carl August Arge góðar vónir undan kommunuvalinum 9. november.
-Vit eru við fyri vinna, sigur Carl August Arge.

Listin hjá Suðurstreymoyar Sjálvsstýrisfelag

Carl August Arge
Ingeborg Godtfred
Jónas Johnson
Noomi Juul
Klæmint Olsen
Tórbjørn Poulsen
Øssur Simonsen
Johan Stenberg