Konservativi politiski aktivisturin Charlie Kirk, sum vit skrivaðu um fyrr í kvøld, er deyður, eftir at hann varð skotin undir einum kjaki í amerikanska statinum Utah.
Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á sínum sosiala miðli, Truth Social.
- Hann var elskaður og beundraður av øllum - serliga mær - og nú er hann ikki longur okkara millum, skrivaði hann.
Trump hevur givið boð um, at øll amerikansk flagg skulu flagga á hálvari stong til heiðurs fyri Charlie Kirk til sunnukvøldið klokkan 18:00. lokala tíð.
Ein talsmaður fyri Utah Valley University sigur, sambært Reuters, at Kirk varð skotin í hálsin undir einum tiltaki á universitetinum.
Lærdi háskúlin leggur afturat, at eigin er tikin fyri illgerðina.
Guvernørurin í Utah, Spencer Cox, skrivar á sosiala miðlinum X, at hann hevði verið í sambandi við Trump.
- Við at arbeiða saman við FBI og løgregluni í Utah fara vit at fáa tann, sum hevur ábyrgdina av hesum sorgarleiki, fyri rættin, skrivar hann.
NBC News tosaði við eygnavitnið Justin Hickens, sum segði seg standa tætt við Kirk, tá hann sá hann verða skotin.
- Vit hoyrdu eitt hart, hart skot. Eg sá nógv blóð koma úr Charlie. Eg sá kroppin fara eitt sindur aftur og halta. Øll kastaðu seg til jørðina, segði Hickens.
Utah Valley University segði stutt eftir skottilburðin, at ein illgruni um gerningsmaður varð handtikin.
Sambært eygnavitnum og upptøkum á netinum varð ein eldri maður tikin burtur av løgregluni.
The New York Times skrivaði seinni, at ein persónur, sum upprunaliga varð afturhildin, vísti seg ikki at vera skjúttin.
Charlie Kirk var 31 ára gamal konservativur aktivistur, giftur og pápi tvey børn. Hann var við til at stovna Turning Point USA, sum var ein almennur felagsskapur fyri ung konservativ.
Hann var eisini kendur politiskur stuðul hjá Donald Trump, og í januar vitjaði hann í Grønlandi saman við Donald Trump Jr.
Kirk var eisini millum fjølmiðlapersónligheitirnar, sum eftir valið í 2020 søgdu, at veljarasvik var orsøkin til, at Donald Trump tapti fyri Joe Biden.
Fyrrverandi forsetin hevur eisini gjørt viðmerkingar til deyða Charlie Kirks.
Á X skrivar Joe Biden, at harðskapurin skal enda.
- Tað er einki pláss í okkara landi fyri hesum slagnum av harðskapi. Tað má enda nú. Jill og eg senda okkara tankar til familjuna og tey kæru hjá Charlie Kirk.
Kirk var vertur fyri " The Charlie Kirk Show", eitt vælumtókt podcast. Hann fylti eisini sosialu miðlarnar, har Instagram-vangamynd hansara millum annað hevur knappar sjey milliónir fylgjarar.
Utah Valley University, har skottilburðurin fór fram, liggur í býnum Orem. Fleiri enn 40.000 lesandi ganga á universitetinum.
/Ritzau/