FSF skrivar:
- Stóra steypafinaluvikuskiftið í yngru deildunum er á skránni komandi vikuskifti.
Fríggjadagin spæla U21, meðan finalurnar hjá U13, U15 og U17 við dreingjum, og U13 og U16 við gentum verða leygardagin.
Atgongumerki til steypafinaluvikuskiftið – báðir dagar íroknaðir – fáast til keyps við dyrnar. Kostnaðurin er 50 krónur fyri vaksin, meðan tað er ókeypis atgongd fyri børn og ung (0-16 ár). Atgongumerkið er eisini ein lutaseðil.
12. septembur kl. 19:00
U21 DREINGIR
AB - B36
13. septembur kl. 10:00
U13 DREINGIR
B36 - Víkingur
13. septembur kl. 11:30
U13 GENTUR
07 Vestur - B36
13. septembur kl. 13:00
U15 DREINGIR
Víkingur - B36
13. septembur kl. 16:00
U16 GENTUR
FC Hoyvík - Skála
13. septembur kl. 19:00
U17 DREINGIR
B36 - Víkingur
##med2##