Toppuppgerð var í kvøld í OBOS Arena høllini í Hamar millum liðið landsliðsliðskiparanum, Pernille Brandenburg, Storhamar og Larvik.
Í steðginum var Storhamar á odda 13-12, men í seinna hálvleiki gekk av skriðuni. Larvik vann seinna hálvleik 19-14, og harvið dystin 31-27.
Talan er um fyrsta tapið hjá Storhamar í deildini hetta kappingarárið.
Pernille hevði fimm málroyndir, men megnaði bert at seta tveir av teimum í netið.
Storhamar hevur fýra stig fyri tríggjar dystir.