Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld.
Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens taptu á heimavølli 26-29 fyri toppliðnum, Ikast.
Í fyrra hálvleiki avrikaði Horsens væl, og var heimaliðið á odda 13-11 í steðginum. Í seinna hálvleiki gekk tó ikki eins væl í hond.
Maria fekk tríggjar málmøguleikar í dystinum, og hon setti tveir í netið.
Horsens hevur fyrsta stigið til góðar nú tær hava leikt tríggjar dystir.
Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ taptu greitt 22-33 fyri Esbjerg á útivølli. Longu í steðginum var Esbjerg frammanfyri við níggju málum. 20-11 var hálvleiksstøðan.
HØJ hevur heldur ikki megnað at fingið stig í trimum teimum fyrstu dystunum.
Í næstbestu deildini eydnaðist tað Rannvá Olsen og liðfeløgunum í Ejstrup/Hærvejen á heimavølli at vinna 27-23 á SIK Viborg. Heimaliðið var frammanfyri 12-8 í steðginum.
Rannvá var við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá Ejstrup/Hærvejen.
Talan er um fyrstu stigini hjá Rannvá og liðfeløgum hennara hetta kappingarárið.