Argjamenn iðra seg um eitt stig í Gundadali

Hóast HB í meiri enn tíma var frammanfyri, so var tað AB, sum serliga í seinna hálvleiki var ágangandi og vann seg til møguleikar

Tað endaði 1-1, tá ið favorittarnir í HB høvdu vitjan av grannunum í AB. Argjamenn hava higartil í ár spælt við stórum hugflogi og sjálvsáiti, tá ið teir hava havt nógv frammarlaga á vøllinum. Seinastu ferðirnar hava tað tó verið úrslit, sum aftur hava mint á, at AB er uppflytari. Eitt nú tá ið tað á heimavølli endaði við 4-1 tapi ímóti B36 og við 4-0 tapi í Sarpugerði.

 

Ímóti KÍ endaði tað 1-1 á heimavølli, og tað var gott úrslit, hóast tað var vónbrot, at KÍ javnaði í síðstu sekundunum.

 

Í dag var tað HB, sum legði seg framum 1-0, tá ið eitt lítið korter var farið. Uppspælið í høgru var hugflogsríkt, og tað var eftir sending frá Ejvind R. Mouritsen, sum í dag var ytstur á HB miðvøllinum í høgru, at Ebiye Moses umvegis handara stólpa setti bóltin í málið.

 

AB kendist ikki skelkað av, at heimaliðið legði seg á odda, og serliga eftir steðgin vóru argjamenn nógv í álopsstøðu. Tølini siga, at AB vann sjey hornaspørk, meðan HB einki hornaspark vann, men HB megnaði leingi at halda tørn. AB spenti álopsbogan við at skifta bæði Jón Steingrímsson og Heðin Olsen inn, og tá ið átta minuttir restaðu, eydnaðist tað argjamonnum at fáa úrtøku úr nógvu álopunum.

 

Obule Sunday Moses átti uppleggið, og tað var innskifti Heðin Olsen, sum setti bóltin framvið HB málverjanum. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 19 ára gamla Heðin Olsen var málskjútti í bestu deildini. FaroeSoccer veit at siga, at hetta var sjeyndi dystur hjá honum í bestu deildini.

 

Hjá HB var talan um fyrstu ferðina í trimum landskappingardystum, at tað eydnaðist at vinna úrtøku. Eftir tap á Toftum og í Gundadali ímóti KÍ var tað frægari at vinna eitt stig enn einki. Í HB eru teir tó vónbrotnir av, at tað ikki eydnaðist at vinna favorittsigur.

 

Í løtuni hita teir í svørtu og reyðu leguni seg mest við søta sigrinum, sum teir mikukvøldið vunnu, tá ið teir bastu B36 og spældu seg í hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið.