Ari í Haraldsstovu Petersen hevur tolin bíðað eftir sínum møguleika.
Fýra teir fyrstu dystirnar í bestu íslendsku fótbóltsdeildini hevur Marcel Zapytowski vart málið hjá ÍBV. Men eftir 1-5 tap fyri Fram í undanfarna umfarinum valdi venjarin at geva Ara møguleikan hesaferð í heimadystinum móti Breiðablik. Talan er um debut hjá Ara í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Dysturin endaði við 2-1 sigri til Breiðablik. Liam Daði Jeffs legði ÍBV á odda longu í fyrsta minutti av dystinum. Breiðablik javnaði miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og tíðliga í seinna hálvleiki skoraðu teir sigursmálið. ÍBV hevði væl fleiri málmøguleikar, men Breiðablik dugdi betri at taka av møguleikunum hjá sær.
Gunnar Vatnhamar legði í 20. minutti Víking Reykjavík á odda 1-0 við einum góðum stútara í 3-1 sigrinum á útivølli móti Keflavík. Keflavík javnaði undan steðginum, men seinastu 12 minuttirnar syrgdu Valdimar Þór Ingimundarson og Daniel Hafsteinsson fyri, at Víkingur fekk øll trý stigini.
Víkingur er næstfremst í deildini við 13 stigum. KR er fremst við 15 stigum. ÍBV er aftast í deildini við bert einum stigi.











