"Fyrst av øllum er hetta ógvuliga, ógvuliga spennandi... Við Guðs hjálp fara ísraelsfólk at vinna, og vit fara at vera før fyri at leggja Gasa í oyði og byggja tað upp í Zions navni og í navni ísraelsfólksins!" (Limor Son Har-Melech, ísraelsk tingkvinna, 12. desember 2023) (Kelda 1)
Árið 2025 er farið at halla, og vit kunnu draga saman um. Tíbetur er eitt slag av vápnahvíld sett í gildi í Gasa, men ísraelskir hermenn halda fram at skjóta fólk av onkrari orsøk. Áleið 400 palestinsk fólk, harímillum 70 børn, eru dripin, síðani sonevnda vápnahvíldin kom í lag, skrivar franska blaðið Le Monde 14. desember 2025 (2). Tríggir ísraelskir hermenn eru eisini falnir.
Seinastu tvey árini hava vit kunnað fylgt við í oyðingini av Gasa 24 tímar um samdøgrið á ymiskum tíðindarásum, hóast Ísrael hevur gjørt sítt besta at forða okkum í at síggja tað, ið er farið fram. Útlendsk tíðindafólk eru ikki sloppin inn í Gasageiran at siga frá umstøðunum, ið annars er vanligt í hernaðarligum stríðum (3). Ísraelsk herfólk og ísraelskar dronur hava miðvíst dripið 248 óvápnað palestinsk og arabisk tíðindafólk, ið hava gingið runt í vestum við PRESS-frámerkjum á við einum myndatóli ella einari mikrofon í hondini millum húsaleivdirnar í Gasa (4). Hevur tað kortini eydnast onkrum at sent eitt sjónband út av tí, ið fer fram inni í Gasa, er tað beinanvegin skýrt at vera Hamas-propaganda, ið fóðrar góðvarnar, sjálvupptiknar og sjálvrættvísar vesturlendingar, ið hava "latið seg spent fyri Hamas-propaganda-vognin," sum tað verður orðað - eisini í Føroyum. At síggja til javnseta ísraelskir myndugleikar tað at veita tíðindaflutning úr Gasageiranum við fíggindaligt, hernaðarligt virksemi, men hetta stríðir ímóti altjóða lóg.
Inni í Gasa hevur staðið væl til, siga umboð fyri ísraelsku stjórnina. Fólk hava etið seg um koll í pitsu og vaniljuísi, hava fleiri ísraelskir miðlar og ísraelska Uttanríkismálaráðið viljað verið við, og hetta er, sum skilst, ikki propaganda (5).
Loftmyndir av Gasa, ið Ísrael eisini hevur bannað, siga annars sína egnu søgu, tí tað er eyðsæð, at tað mesta av økinum er lagt fullkomiliga í oyði. Sameindu Tjóðir meta - við loftmyndum, ið Ísrael ikki vil viðurkenna -, at Ísrael hevur lagt áleið 90% av øllum bygningum í Gasa í oyði (6).
85.000 tons av bumbum eru sleptar yvir Gasa seinastu tvey árini (7). Tað svarar til spreingimegina í seks atombumbum av tí slagnum, ið varð slept yvir Hiroshima. Hav í huga, at Gasa er til støddar sum Streymoyggin (ella sum ein fjórðingur av London), og at 2,3 milliónir fólk búðu har, áðrenn teppibumbingin byrjaði. Ein partur av niðurrapaðu bygningunum í Gasa - íbúðarbygningar, barnaskúlar, studentaskúlar, universitet, moskéir, fornminnissøvn, sjúkrahús og aðrir bygningar - eru eisini sprongdir í luftina undir "skipaðum umstøðum" við meir ella minni vanligum spreingiløðingum, ið IDF-herfólk hava sett á bygningarnar bæði innan og uttan, hóast bygningarnir skuldu eitast at vera á tremur av Hamas-hermonnum. IDF-hermenn, ið yppa øksl, flenna í kíki ella ogna vinum og kenningum spreingingarnar, meðan teir trýsta á knøttarnar, hava ernir sent sjónbond út, meðan spreingingarnar eru farnar fram. Økið í Gasa, har palestinar sleppa at vera nú - hóast tað økið eisini liggur í sandasorli -, er minkað við meir enn einari helvt. Áleið 70.000 fólk, harímillum 20.000 børn, eru staðfest myrd higartil, men tað er sannlíkt, at nógv fleiri deyð liggja undir húsaleivdunum. Fleiri enn 170.000 eru særd og hava lítlan og ongan møguleika havt at fingið læknaliga hjálp (8).
At myrða óvápnað tíðindafólk (9), ið útinna sítt sivila starv, eru krígsbrotsverk (10). Harumframt er einasta logiska orsøk at leggja so miðvíst eftir tíðindafólki at forða fyri, at fólk uttanfyri Gasageiran fáa innlit í umstøðurnar. Talið á myrdum tíðindafólkum í Gasa seinastu tvey árini er, sambært amerikanska Brown University, størri enn talið á myrdum tíðindafólkum í amerikanska borgarakrígnum (1861-65), fyrra og seinna heimsbardaga (1914-17 og 1940-45), Korea-krígnum (1950-53), kríggjunum í Vietnam, Kambodia og Laos (1965-75), kríggjunum í fyrrverandi Jugoslavia (1991-2001), krígnum í Afghanistan (2001-2021) og krígnum í Ukraina (2014-2025) tilsamans! (11). Ísrael hevur ikki fylgt nøkrum altjóða lógum yvirhøvur, og ætlar sær heldur ikki at gera tað, og tey, ið hava framt hesar illgerðir, verða ikki rættarfylgd. Sammett við onnur kríggj, har tíðindafólk eru dripin, eru mong í familjunum hjá myrdu tíðindafólkunum eisini dripin samstundis, og viðhvørt eru heilir íbúðarblokkar javnaðir við jørðina, tí at eitt einstakt tíðindafólk í bygninginum skuldi fyribeinast (12).
At tala at er at vera antisemittur
Tað hevur ligið mongum politikarum, eisini summum føroyskum politikarum, nær at hjarta at fáa fólk at tiga um fólkadrápið, ísraelski staturin hevur framt móti palestinum. Hetta hevur verið serliga eyðsýnt í árinum, ið fór. Hvat tað er, sum sovorðnir politikarar hava fingið burturúr tí, munnu tað vera fleiri, ið spyrja seg sjálvi, men fyri at fáa tað at eydnast eru ymisk snildi nýtt. Avnoktan, útspilling og viðhvørt at sláa alt upp í glens ella at flyta fokus við øllum møguligum uttanumtosi hava verið vanligastu amboðini. Hevur onkur skrivað ímóti tí, Ísrael hevur verið í gongd við, hildið eina røðu um tað, ella borið tað upp á mál í einari samrøðu í fjølmiðlunum, hevur viðkomandi skjótt og hatskt verið skýrdur at vera bláoygdur, Hamas-elskari og - klassikarin - antisemittur [t.e. í týdninginum jødahatari].
Nógvir fólkavaldir politikarar velja ikki at siga hesi tanlaðu heitini sjálvir - antisemittur o.s.fr.-, tí teir munnu vita, tað er møsn. Ístaðin stuðla teir undir orðalagið hjá sínum trúgvu fylgjarum og veljarum, erta, eggja til og deila teirra upplegg á sosialu miðlunum.
Evnið í triðja lesarabrævi mínum um Gasa beint eftir Ólavsøku var andsøgnin í at flagga við ísraelska flagginum á gøtum og í samkomuhúsum í Føroyum, og at prædikumenn og ísraelskir rithøvundar komu til Føroya at biðja føroyingar "standa saman við Ísrael", samstundis sum Ísrael var í ferð við at leggja Gasa í oyði og at minka um fólkatalið í Gasa við bumbum, snigskjúttum og skipaðum hungri, soleiðis at ísraelar kunnu búsetast har ístaðin, tá ið palestinar eru flýddir, og dustið hevur lagt seg. Eg kundi skoytt uppí, at ein onnur orsøk til, at bumbingin slapp at halda fram so leingi, var mest sannlíkt tann, at á henda hátt kundu Benjamin Netanyahu og kona hansara eisini varðveita valdið í Ísrael eina tíð aftrat við teimum framíhjárættindum, tað ber í sær - m.a. við kubanskum sigarum, dýrum sjampagnufløskum og øðrum mutursgávum, tey sjálvi hava biðið um (sí dokumentarin "The Bibi files"/"Den israelske korruptionsskandale" á DR1 um tey bæði).
At eg skrivaði um hetta merkti, við orðunum hjá einum serliga eldhugaðum Ísraelsstuðli, ið eisini er politikari, at eg hevði hongt eitt ljótt, ljótt spjaldur um hálsin á mær sjálvum, og hann skrivaði, at fólk vóru vælkomin at hugsa seg fram til orðini, ið stóðu á spjaldrinum. Nógv tóku av hesari áheitanini, og orðini nýnasistur, rasistur og antisemittur vórðu, sum væntað, nýtt.
Taktikkurin við at kalla alt og øll antisemittar, ið hava síni fyrivarni í mun til Statin Ísrael, og sum taka undir við palestinskum rættindum, er ikki eitt serføroyskt fyribrigdi. Henda avbronglaða og til tað nýggja allýsingin av orðinum antisemitisma hevur til endamáls at fáa fólk at tiga um viðferðina, palestinum er fyri. Hon byrjaði at gera um seg fyri okkurt um tjúgu árum síðani, men er vorðin fullkomiligt fótatraðk í dag.
Tað eru fá, ið fegin vilja verða kallað antisemittar, holocaust-noktarar, rasistar ella nýnasistar, og tí er hetta amboðið so effektivt, hóast ákærurnar ikki hava nakað hald í veruleikanum. Hetta verður væl greitt frá í greinini "Distorted Definition: Redefining Antisemitism to Silence Advocacy for Palestinian Rights" á heimasíðuni palestinelegal.org (13).
Eg fari at taka afturíaftur sumt av tí, sum eg haldi, hesi fólk, ið stempla onnur sum antisemittar, rasistar og nýnasistar, hava misskilt - antin av óvart ella við vilja.
Fólkadrápsbúskapur
Í lesarabrævinum vísti eg til italsku Francescu Albanese, serliga eygleiðingarfólkið hjá ST, ið almannakunngjørdi frágreiðingina "From Economy of Occupation to Economy of Genocide" í summar (14). Føroyski ísraelsstuðulin, eg umrøddi omanfyri, lætst ikki at skilja, hví nakar vísti til ST-frágreiðingina hjá Albanese, og hví tað, at fyritøkur vunnu gilt av peningi upp á fólkadrápið í Gasa, hevur nakran týdning yvirhøvur í hesum samanhanginum. Møguliga eru tað onnur við honum, ið ikki síggja relevansin, so eg fari at greiða eitt sindur nærri frá frágreiðingini.
Niðurstøðan í drúgvu ST-frágreiðingini er, at fyritøkur hava vunnið ovurhonds stórar peningaupphæddirupp á fólkadrápið í Gasa, og at tað er ein av orsøkunum til, at massakran hevur vart so leingi. Var Gasa ein góð inntøkukelda áðrenn 7. oktober 2023, gjørdist tað eitt satt gullnám hjá ísraelskum og altjóða fyritøkum aftaná 7. oktober. Kríggj, týning av menniskjum og oyðilegging av einum øki eru handilsskapur (tað átti ikki at komið óvart á nakran), og tað hava tey altíð verið, eisini í sambandi við jødatýningina í árunum 1941-1945, bert fyri at taka eitt dømi. Albanese ger ikki hesa sammetingina sjálv í frágreiðingini, men týskar fyritøkur, eitt nú Siemens, IG Farben, AGFA, BASF, Volkswagen og Bayer, og fyritøkur úr øðrum londum, vunnu gilt av peningi tá, m.a. við at nýta ókeypis arbeiðsmegi úr arbeiðslegunum, og vóru við til at gera tað møguligt hjá Týsklandi at útinna sonevndu "Endaloysnina" (t.e. jødatýningina). IG Farben framleiddi t.d. stóru nøgdirnar av Zyklon B, ið nasistarnir høvdu tørv á til gasskømrini, men fyritøkurnar hjálptu eisini til og vunnu stórar peninganøgdir á annan hátt. Ikki tí at allir teir, ið áttu fyritøkurnar, vóru gløðandi nasistar - tað vóru teir í fleiri av førunum ikki -, men tí at her var nógvur peningur at vinna. Tað er væl skjalfest, og tað hava holocaust-granskarar víst á leingi (15). Í dag eru tað ísraelskar og altjóða fyritøkur, ið hava skúmað róman av fólkadrápinum í Gasa, og sum hava gjørt tað møguligt hjá Ísrael at fremja sínar illgerðir. Ikki tí at allar fyritøkurnar hava stjórar, ið eru gløðandi "palestinu-fobar" ella vilja gera, hvat tað skal vera fyri Ísrael ókeypis, men tí at her var peningur at vinna. Báðir partar fingu nakað burturúr (16). Um ikki okkurt óvæntað hendir - okkurt meira grundleggjandi enn óvissa vápnahvíldin, sum nú er komin í gildi á pappírinum -, fer Ísrael at standa eftir við øllum landinum, Eretz Israel, fyrr ella seinni. Hetta var eisini málið hjá víðgongdastu viðhaldsfólkunum hjá sionistisku rørsluni frá byrjan; at yvirtaka landið (17) og hava so fáar arabiskar íbúgvar í landinum, sum møguligt, við at flyta teir í onnur øki og onnur lond ella taka teir av døgum, um tað gjørdist neyðugt (18). Fyritøkurnar fara at hava vunnið nógvan pening, og kunnu nýta royndirnar úr hermetiskt afturlatna laboratoriinum Gasa, har ongar ásetingar um gjøgnumskygni hava verið galdandi, til líknandi átøk í framtíðini. Hetta er bara ein sannroynd, og ikki nakað ógrundað, "ófrættakent" uppáhald.
Tað eru serliga vápna- og flogfarafyritøkurnar, ið hava havt góðar dagar av oyðingini av Gasa, sjálvandi, men eisini teldu- og tøknifyritøkur, ið mentu vitlíkisdronur at skjóta einstaklingar og bólkar av fólkum við og til at hava eftirlit við fólki (19), gravkúgva- og bulldosara-fyritøkur, ið hava javnað hús og húsaleivdir við jørðina (20), oljufyritøkur, ið veita brennievni til bulldosararnar, o.s.fr. Fólkamorðið hevur kastað fleiri hundrað milliardir amerikanskar dollarar av sær, sum ST-kanningin staðfestir. Virðisbrævamarknaðurin í Tel Aviv stendur á tambi sum ein beinleiðis avleiðing av oyðingini, og fyritøkurnar hava tí havt lítlan áhuga í, at virksemið steðgaði. Har eru nógvar altjóða fyritøkur, ið hava verið ein beinleiðis partur av fólkamorðinum í Gasa; m.a. Lockheed Martin Corp, Microsoft, Google, IBM, Volvo, Hyundai, Caterpillar Inc, Alphabet, Palantir Technologies og Amazon. Fyritøkurnar hava við milliarda-sáttmálum bundið seg til at veita Ísrael tær vørur og tænastur, landið hevur havt fyri neyðini til at útinna sínar brotsgerðir í Gasa og á Vestara áarbakka, har ísraelski ágangurin økist í hvørjum.
"Albanese hevur skammleyst spýð antisemitismu..."
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, gjørdist í øðini um frágreiðingina hjá Francescu Albanese, og setti tiltøk í verk ímóti henni persónliga. Tiltøkini fevndu m.a. um innferðarbann til USA (har ST-høvuðssætið er), fastfrysting av bankakontu hennara og fastfrysting av bankakontum hjá næstu familjulimum hennara (21). Albanese fær bert nýtt reiðan pening og noyðist at lána gjaldkort frá vinfólkum at gjalda við. Hon varð eisini sett á sonevnda OFAC-listan hjá USA saman við fólkum, ið eru kend fyri ella eru undir illgruna fyri at hvítvaska pening, ella eru mett at vera altjóða yvirgangsfólk. 9. juli skrivaði Marco Rubio á sosiala miðlinum X, at Francesca Albanese var farin í politiskan og búskaparligan hernað móti USA og Ísrael, og at hetta "álopið á amerikanskar og ísraelskar persónar" fór ikki at verða tolt: "Vit fara altíð at standa saman við okkara sameindu í rætti teirra til sjálvverju" (22). Tugda hugmyndin um "rættin til sjálvverju" verður enn nýtt, hóast tað, Ísrael hevur gjørt, einki hevur havt við "sjálvverju" at gjørt. Á almennu heimasíðuni hjá amerikansku stjórnini skrivaði Marco Rubio sama dag, at:
"Albanese hevur skammleyst spýð antisemitismu, sýnt terrorismu sín stuðul, og hevur opið sýnt USA, Ísrael og Vesturheiminum sína vanvirðing" (23).
Albanese legði frágreiðingina fram við einari røðu í Sameindu Tjóðum 3. juli í ár (24). Hon nevndi í røðuni, at "støðan í Gasa er apokalyptisk... Ísrael hevur ábyrgdina av einum av teimum miskunnarleysastu fólkadrápunum í modernaðari søgu...",og at øll lond áttu at steðgað allari vápnasølu og øllum vápnaflutningi til Ísraels alt fyri eitt. Hon legði aftrat, at fyritøkurnar, ið hava gjørt fólkadrápið møguligt, og hava vunnið pening burturúr tí, eiga at standa til svars fyri sínar gerðir. Um tað verður av nøkrum, og um hesar fyritøkur - frá vápnaframleiðarum til orkuveitarar - einaferð fara at fáa stór endurgjaldskrøv, fer tíðin bert at vísa. Tað er sjálvandi meira enn ivasamt. Vápnafyritøkur fara ikki at gjalda fyri tað, bumburnar hava oyðilagt, og harumframt er ísraelskaekseptionalisman eitt kent hugtak, eins og amerikanska ekseptionalisman. Ísrael er heilt serligt í mun til so nógv øki, og kann gera júst, sum tað vil, tí USA og tess sameindu hava hildið hondina yvir landinum og teimum, ið samstarva við landið.
Tað stutta av tí langa er, at tað er als ikki óviðkomandi, at fyritøkur hava vunnið gilt av peningi upp á fólkadrápið í Gasa; tað eru fyritøkurnar, ið - við vinningi fyri eyga - hava gjørt tað møguligt hjá Ísrael, USA og hinum londunum at halda fram í tvey ár, uttan at tað hevur fingið nakrar fylgjur fyri tey. Noktaðu fyritøkurnar at samstarva, hevði massakran ikki vart so leingi.
Gívurin Albanese
29. oktober 2025 (!) hevði ísraelska ST-umboðið, Danny Danon, eina røðu í ST, har ein frágreiðing hjá Albanese um sama evni varð umrødd. Kanningarstjórin Albanese sat í Suðurafrika og svaraði spurningum umvegis Skype ella Zoom, tí hon sleppur ikki inn í USA, ið hevur tikið innferðarloyvið frá henni. Danny Danon, ið umboðaði eitt land, ið var í ferð við at fremja fólkamorð, slapp hinvegin at sita ótarnaður á sínum stóli í ST í New York og ákæra Albanese fyri líkt og ólíkt. Eins og Marco Rubio var hann ónøgdur við ST-frágreiðingarnar, men hann nýtti tað mesta av sínari talitíð at ákæra Francescu Albanese fyri ikki bert at vera antisemit, ið er so vanligt fyri tíðina, men eisini at vera eina gívur (heks), eina miseydnaða gívur, enntá, og at hon til fánýtis nýtti síni gívrakynstur at kasta óndar gívraeiðir yvir Ísrael. "Miss Albanese! You are a witch!" (og so framvegis) vóru orðini hjá Danny Danon (25). Óhjálpna innslagið hjá Ísrael, sum varð lisið upp úr einum skrivaðum teksti, og tískil ikki var ein improvisatión, minti mest av øllum um okkurt úr einari Monty Python-sketsj, men var, eftir øllum at døma, meint í fullum álvara. Danny Danon fekk eina varisliga ábreiðslu frá fundarstjóranum fyri ósømiligan og niðrandi málburð. Annars hevur lítið verið at hoyrt um hesa margháttligu hending.
Deyðsfellan
Eitt eitur at blása og hava mjøl í munninum, og eitt annað kalla tey at ríða á tveimum hestum. Áðurnevndi føroyski politikarin, ið hevur gjørt tað til sítt hjartamál at verja Ísrael, segði seg ofta hava verið kritiskur mótvegis Ísrael, og viðgekk í einum sjónbandi í august, at Ísrael hevði gjørt onkrar feilir í seinastuni. Ein feilur var m.a., at GHF "ikki var nóg væl fyrireikað," og at tað hevði "ført til nógvar ræðuligar støður" (endurgeving). Tað er als ikki rætt, at GHF, sum nú tíbetur er farið í søguna, ikki var væl fyrireikað. Sonevnda "neyðhjálparskipanin" hjá Gaza Humanitarian Foundation og IDF var ógvuliga væl fyrireikað, og riggaði júst eftir ætlan. Farið varð undir at fyrireika hesa "neyðhjálpina" longu í desembermánaði 2023, tvs. hálvtannað ár, áðrenn hon varð sett í verk (26). "Neyðhjálpin," ið kom ístaðin fyri UNRWA-hjálpina (United Nations Relief and Works Agency), ið Ísrael bannaði, var minimal, føðsluvirðini vóru lág, kom fáum til góðar og rakti tey meinast, ið høvdu tørv á serligum matvørum vegna ovurviðkvæmi og sjúku (slík fólk eru eisini í Gasa), kravdi vatn og brenni (hóast lítið var til av tí), hon eyðmýkti fólk, og gjørdi palestinar til lættar skjótiskivur. Har var ongantíð nøkur onnur ætlan við henni. Sum Læknar uttan landamørk skrivaðu á heimasíðuni 7. august í ár: "This is not aid. This is orchestrated killing" [t.e. "Hetta er ikki neyðhjálp. Hetta er samskipað dráp"] (27).
Nýggja "neyðhjálpin" var, at ísraelar lokkaðu fólk úr øllum pørtum av Gasa til nøkur fá støð í geiranum (4 støð í mun til 400 støð, tá ið ST stóð fyri útberingini), hagar tey máttu ganga 8-12 kilometrar gjøgnum krígsøki - sum oftast á miðjari nátt - at taka ímóti minimalt av neyðhjálp frá privatum, vinnuligum amerikanskum og ísraelskum felagsskapum, ið høvdu opið í í miðal ellivu minuttir um dagin (28). Tá ið støðini lótu upp, ráddi um at renna móti "hjálpini" gjøgnum ein geira, tí bert eina lítla løtu seinni, lat "hjálpin" aftur. Palestinsk brotsmannalið, ið Ísrael fíggjaði, og ísraelskir IDF-hermenn við byrsum stóðu og bíðaðu - til reiðar at skjóta svong og óvápnað menniskju, tá ið teir fingu boð um tað (29). Ikki øll, bara nøkur fá, tí atgerðirnar vóru í veruleikanum statsautoriseraðar yvirgangsatsóknir, ið høvdu til endamáls at loypa hvøkk á palestinar. Minni enn 20 prosent av matvørunøgdini, ið íbúgvarnir høvdu tørv á til tess at halda seg á lívi, varð latin, so hetta var ein miðvís ætlan at lata íbúgvarnar svølta framvegis og fáa teir at savnast tætt við hesi "neyðhjálparstøðini". Human Rights Watch skýrdi 1. august í ár neyðhjálparstøðini at vera krígsbrotsverk í sær sjálvum (30). Trý teirra vóru tætt við markið til Egyptalands, so lættari var at reka gasabúgvar úr Gasa inn í Sinai-oyðimørkina, um høvi beyðst.
Livandi skjótiskivur
IDF-hermenn, ið ikki verða nevndir við navni, men sum ísraelska tíðindablaðið Haaretz veit, hvørjir eru, hava váttað, at teir fingu boð um at skjóta óvápnað fólk niður, ið komu eftir neyðhjálp (31). Greinin í Haaretz 27. juni í ár æt "'It's a Killing Field': IDF Soldiers Ordered to Shoot Deliberately at Unarmed Gazans Waiting for Humanitarian Aid". Fólk, ið komu til "neyðhjálparstøðini," vórðu hvønn dag møtt við byrsuskotum, granatum og dronuálopum. Ikki tí at tey vóru nøkur hóttan móti nøkrum. Eitt nú vórðu 44 skotin og dripin av ísraelskum hermonnum og ísraelskum dronum, meðan tey bíðaðu at fáa sonevnda neyðhjálp 24. juni (32), og soleiðis var tað hvønn dag, frá tí at "neyðhjálpin" lat upp 27. mai. Í tíðarskeiðnum frá 2. mars og fram til 27. mai, tvs. í nærum tríggjar mánaðir, var stongt fyri allari neyðhjálp.
Onkran dag vórðu áleið 80 fólk dripin við GHF-neyðhjálparstøðini, og í juli var talið komið upp á 1400 fólk dripin við hesi støðini, og fleiri túsund vóru særd. Menn, kvinnur og børn (33). Men serliga vóru tað dreingir í aldrinum 11-14 ár, ið vórðu skotnir niður. Møguliga vóru tað teir, ið orkaðu best at ganga teir longu teinarnar, og at renna yvir móti staðnum, teir fáu minuttirnar, "neyðhjálpin" var opin, og av teirri orsøk vóru yvirumboðaðir (34). Alt bendir á, at teir eisini vórðu nýttir sum livandi skjótiskivur, so ómenniskjansligt tað enn ljóðar, tí fleiri læknar, m.a. bretski skurðlæknin Nick Maynard úr Oxford (eldri, hvítur breti við ongum Hamas-tilknýti yvirhøvur), hava víst á, at fleiri børn komu inn við skotum eitt serligt stað á kroppinum ein dag (t.d. skotin í høvdið), dagin eftir komu børn við skotum eitt ávíst stað aðrastaðni á kroppinum (t.d. skotin í búkin), og ein dagin vórðu fýra dreingir, ið allir vóru skotnir í kynsgøgnini, bornir inn á sjúkrahúsið (35). Nick Maynard segði, at tað tóktist, sum hetta var eitt spæl, sum IDF-hermenninir spældu sínámillum; at "í dag skjóta vit dreingir í høvdið!", "í dag skjóta vit teir í búkin!", "í dag skjóta vit teir í kynsgøgnini" o.s.fr. Dreingirnir tóktust bókstavliga at verða nýttir til at venja skjótineyvleika hjá IDF-hermonnum og sum dagdvølja. At stytta sær stundir við (36). At skjóta palestinsk børn og palestinskar tannáringar er ikki heilt nýtt í IDF-høpi. Sí filmin "Gaza Fights for Freedom" frá 2019 (37).
Sameindu Tjóðir ávaraðu allatíðina móti hesari "neyðhjálparskipanini," og hava kallað hana eina deyðsfellu (38). CBS News skrivaði um tilburðirnar 24. juni 2025, og yvirskriftin var "U.N. agency slams U.S.-backed Gaza aid effort as "a death trap," as health officials say dozens killed." Tony Aguilar, amerikanskur hermaður, ið meldaði seg til at hjálpa í sonevndari góðari trúgv, greiddi frá í einum sjónbandi frá 31. juli, hvussu "neyðhjálpin" fór fram, og at talan ongantíð var um nakra veruliga neyðhjálp (39). Hann tók seg burturúr arbeiðinum aftaná eina tíð eftir at hava gjørt vart við seg á røttum stað.
Skjalfesti veruleikin er, at vinnuliga "neyðhjálpin" m.a. varð latin fyri at vit í vesturheiminum ikki skuldu kunna siga, at Ísrael var ómenniskjansligt og framdi krígsbrotsverk, tí so kundi vesturheimurin funnið upp á at roynt at steðgað Ísrael, sum ísraelski ráðharrin Smotrich greiddi frá í einari røðu á Youtube (40). Har var einki, ið var "illa fyrireikað" við GHF. Tvørturímóti.
Í einum sjónbandi við heitinum "The West Said Never Again. It Lied", ið varð almannakunngjørt 30. juli 2025, greinaði suðurafrikanski jødiski tíðindamaðurin Tony Karon støðuna í Gasa í summar og sammetti hana við jødatýningina undir seinna heimsbardaga; m.a. við støði í sonevndu GHF-neyðhjálpini (41). Sjónbandið, ið serliga leggur dent á hugtakið dehumanisering, er 7 minuttir langt, og hevði hóskað væl í sambandi við árliga holocaust-dagin, antin sum liður í søguundirvísing í eldru flokkunum í fólkaskúlanum, miðnámsskúlaflokkum ella sum partur av afturvendandi tiltakinum í Norðurlandahúsinum.
Tað er umráðandi at vit áhaldandi minnast farnar ræðuleikar. Fremsta endamálið við einum fastløgdum holocaustdegi er, at vit ikki blint ganga inn á somu slóðir, sum fjøldir í Nazitýsklandi lótu seg reka inn á. Tíverri bar almenna kjakið um allan heim í farna ári brá av somu svørt/hvítu hugmyndum um hetjur og undirmenniskju, sum vit kenna frá óteljandi krígsøsingum, sum royna at fáa vanlig fólk at góðtaka brotsgerðir framdar móti okkara næstum í okkara navni og fíggjaðar av okkara pengum. Eitt fyrsta stig burturfrá blindum hatri og trá eftir at myrða seg burturúr øllum ósemjum, má vera, at kjakið byggir á okkurt slag av felags grund og á sannroyndir, sum kunnu eftirkannast, heldur enn herróp og spjaldur sett á tey, sum vísa á tað, sum krígsheykarnir skúgva til viks sum óviðkomandi.
Mítt nýggjársynski fyri 2026 skal vera, at øll ið hava áhuga fyri at kjakast um hetta evnið, eisini taka sær stundir til at eftirkanna heimildir, ið mótstøðufólk vísa á, svara upp á tað, ið verður ført fram, heldur enn ímyndaði motiv, leggja seg eftir at halda ein sakligan tóna og vísa ein kjaksið, sum leiðir burtur frá breiða vegnum til hópoyðing av teimum, tú hevur lært at vanvirða. Gott nýggjár!
Kári Sverrisson, Saltangará
Keldur:
1) Kelda: Middle East Eye, Youtube, 14. desember 2023: "Israeli MK says she wants to see Jewish settlements in Gaza".
2) Kelda: Le Monde, 30. desember 2025: www.lemonde.fr/en/international/article/2025/12/14/gaza-s-grim-death-toll-after-two-months-of-so-called-ceasefire_6748482_4.html
3) Kelda: RSF (Tíðindafólk uttan landamørk): rsf.org/en (28.08.25, 01.09.25, 15.09.25 o.s.fr.)
4) Kelda: Sameindu Tjóðir, 1. desember 2025: news.un.org/en/story/2025/12/1166481
5) Kelda: CBS News, 3. september 2025: "Gaza teen explains what it’s like to starve", www.youtube.com/watch
6) Kelda: BBC News, 13. oktober 2025: www.bbc.co.uk/news/resources/idt-217c6a28-4a90-4d47-a91c-13113a7dc7db
7) Kelda: Sameindu Tjóðir, UN.org, 16. juni 2025.
8) Kelda: The Guardian, 7. oktober 2025: "The ruin of Gaza: how Israel’s two-year assault has devastated the territory".
9) Kelda: Sameindu Tjóðir, 4. september 2025, www.ohchr.org/en/press-releases/2025/09/states-must-stop-israel-all-journalists-gaza-are-silenced-un-experts
10) Kelda: Sameindu Tjóðir, 6. mai 2025: docs.un.org/en/A/HRC/59/26
11) Kelda: The Watson School of International and Public Affairs á Brown University: watson.brown.edu/costsofwar/papers/2025/Journalists
12) Kelda: Sourced Press, juni 2025: sourced.press/a/israel-killing-journalists-for-decades
13) Kelda: "Distorted Definition: Redefining Antisemitism to Silence Advocacy for Palestinian Rights", palestinelegal.org/distorted-definition
14) Kelda: Sameindu Tjóðir: www.un.org/unispal/document/a-hrc-59-23-from-economy-of-occupation-to-economy-of-genocide-report-special-rapporteur-francesca-albanese-palestine-2025/
15) Kelda: www.yadvashem.org/podcast/profits-and-persecution.html
16) Kelda: B'tselem: www.btselem.org/publications/202507_our_genocide
17) Kelda: "Meet the Israeli settlers with their sights set on the Gaza Strip", The Observer UK, 4. november 2025: www.youtube.com/watch
18) Kelda: Ilan Pappé: "The Ethnic Cleansing of Palestine", Oneworld Publications 2006, s. 30
19) Kelda: "Israel is weaponising AI: from censorship to surveillance and bombing targets", Middle East Eye, 11. november 2025. www.youtube.com/watch
20) Kelda: "‘Render it unusable’: Israel’s mission of total urban destruction", 972mag, 15. mai 2025: www.972mag.com/israel-gaza-total-urban-destruction/
21) Kelda: passblue.com/2025/07/30/
22) Kelda: x.com/SecRubio/status/1942998936874054046
24) Kelda: www.youtube.com/watch
25) Kelda: APT, 30. oktober 2025 (Youtube): www.youtube.com/watch
26) Kelda: Human Rights Watch, 1. august 2025: www.hrw.org/news/2025/08/01/gaza-israeli-killings-of-palestinians-seeking-food-are-war-crimes
27) Kelda: "This is not aid. This is orchestrated killing", MSF Gaza report, Læknar uttan landamørk, 7. august 2025
28) Kelda: The Guardian, 22. juli 2025: www.theguardian.com/global-development/2025/jul/22/food-aid-gaza-deaths-visual-story-ghf-israel
29) Kelda: www.aljazeera.com/news/2025/6/5/netanyahu-admits-israel-backed-armed-rivals-of-hamas-in-gaza
30) Kelda: Human Rights Watch, 1. august 2025: www.hrw.org/news/2025/08/01/gaza-israeli-killings-of-palestinians-seeking-food-are-war-crimes
31) Kelda: "'It's a Killing Field': IDF Soldiers Ordered to Shoot Deliberately at Unarmed Gazans Waiting for Humanitarian Aid", Nir Hasson et al, Haaretz 27. juni 2025.
32) Kelda: Haaretz, 24. juni
33) Kelda: Sameindu Tjóðir: news.un.org/en/story/2025/07/1165403
34) Kelda: "Jeremy Corbyn launches investigation into Israel's crimes", 11. september 2025, www.youtube.com/watch
35) Kelda: Channel 4: "Teenagers being shot by Israeli soldiers – British surgeon in Gaza", 19. juli 2025. www.channel4.com/news/teenagers-being-shot-by-israeli-soldiers-british-surgeon-in-gaza
36) Kelda: "Inside a Gaza hospital: A British surgeon on what he's witnessing firsthand", NPR, 21. juli 2025. www.npr.org/2025/07/21/nx-s1-5471424/gaza-hospitals-british-surgeon-israel-attacks
37) Kelda: www.youtube.com/watch ("Gaza Fights For Freedom" (2019), heimildarfilmur eftir Abby Martin)
38) Kelda: "U.N. agency slams U.S.-backed Gaza aid effort as "a death trap," as health officials say dozens killed," Haley Ott, CBS News, 24. juni 2025
39) Kelda: www.youtube.com/watch
40) Kelda: "‘No aid goes to Hamas’ says Smotrich after resumption of humanitarian aid to Gaza was announced", Middle East Eye, Youtube, 20. mai 2025
41) Kelda: "The West Said Never Again. It Lied", www.youtube.com/watch










