Frakland ætlar at banna sosialum miðlum fyri børn undir 15 ár og seta fartelefonbann í miðnámsskúlunum frá september 2026, tá næsta skúlaár byrjar.
Tað siga fronsku miðlarnir Le Monde og France Info frá.
Franski forsetin, Emmanuel Macron, hevur áður sagt, at hann vil hava Frakland at ganga í fótasporunum hjá Avstralia, sum í desember gjørdist fyrsta landið í heiminum, sum bannaði sosialum miðlum fyri børnum undir 16 ár.
Stjórnin hjá Macron fer í januar at leggja fram uppskot til lógaruppskot til løgfrøðiliga viðgerð, skriva fjølmiðlarnir. Le Monde hevur sæð uppskotið til lógaruppskotið.
– Fjølbroyttar kanningar og frágreiðingar skjalprógva nú teir ymisku váðarnar, sum ov nógv nýtsla av talgildum skermum hjá ungum hevur við sær, stendur í lógaruppskotinum, sambært Le Monde.
– Endamálið er at verja komandi ættarlið fyri hesum vandum, sum ikki bara skaða trivnaðin hjá teimum ungu á veg til vaksnamannalívið, men eisini seta okkara felags framtíð í vanda, stendur framvegis.
Fartelefonir hava verið bannaðar í fronsku skúlunum fyri børn undir 15 ár síðani 2018, skrivar tíðindastovan Reuters. Um nýggja lógaruppskotið verður samtykt, verður forboðið víðkað til eisini at vera galdandi á miðnámsskúlastøði hjá 15-18 ára gomlum.
Frakland samtykti í 2023 eina lóg, sum krevur, at sosialir miðlapallar fáa samtykki frá foreldrum, áðrenn ung undir 15 ár kunnu stovna eina kontu. Men tekniskar avbjóðingar hava gjørt tað trupult at handhevja tiltakið, skrivar Reuters.
Franski forsetin segði í juni, at hann skjótt fer at seta í gildi forboð móti sosialum miðlum fyri fólk undir 15 ár í Fraklandi, um framgongd ikki verður á ES-stigi.
Tann 10. desember gjørdist Avstralia fyrsta landið í heiminum, sum bannaði sosialum miðlum sum Facebook, Snapchat, TikTok og Instagram fyri børn undir 16 ár.
Meðan børn og foreldur ikki verða revsað, um tey ikki halda forboðið, eru stórar tøknifyritøkur í vanda fyri bót uppá meira enn 200 milliónir krónur.
Endamálið er at verja børnini fyri ringasta neiligu ávirkanini av sosialu miðlunum.
/Ritzau/










