Grein ú Sosialinum 5. desember 2025:
Øll foreldur hava tikið saman hendur, og gjørt av, at børnini hava ikki fartelefon – heldur ikki við hús, sigur John Henrik Holm, skúlastjóri í Vágs skúla
Skúlastjórin í Vágs skúla, John Henrik Holm, legði herfyri skriv út á heimasíðu skúlans, har hann hevur greitt frá, at í Vági hava tey tikið stig til, at børn í innskúlingini hava ikki fartelefon. ´
Í skrivinum verður trupulleikin við ov nógvari skíggjanýtslu, og avleiðingarnar av hesum, viðgjørdur.
Tað, at ikki kunna hugsavna seg meira enn heilt stutta tíð, kallast at hava ein TIK-TOK heila.
Í grannalondum okkara verður rópað um hjálp í skúlum, tí børnini eru ikki skúlaklár. Ein alt størri partur av orkuni hjá skúlunum fer til trivnaðar átøk og social átøk, heldur enn til undirvísing. Hetta er nakað, sum vit eisini síggja í føroyska skúlanum, skrivar John Henrik Holm millum annað í greinini.
Danska stjórnin tosar í hesum kjakinum um at geva skúlaleiðslum størri møguleika at revsa børn, og at burturvísa næmingum upp til 50 dagar..... Alt, tí trivnaðurin er fallandi, og ófriðurin vaksandi. Hetta er ikki bert í Danmark. Hesin trupulleiki sæst í skúlunum í øllum londum kring okkum: Vit síggja oftani sendingar í sjónvarpinum, við ørkymlaðum foreldrum og lærarum. Hetta fyllir so nógv í Danmark, at 40% av nýútbúnu lærarunum í Danmark, ikki starvast sum lærarar 5 ár eftir lokna útbúgving, verður víst á í greinini.
Skúlaaftran vaksandi
Vit, sum starvast í skúlaverkinum, hava fleiri ferðir fingið fyrispurning frá miðfyristingini, um hvussu fáa vit steðgað ógvusliga vøkstrinum innan serøkið? Somuleiðis er talið av næmingum við skúlaaftran vaksandi. Tað er tí alt sum týðir uppá, at tað, sum hendir innan skúlans gátt í londunum kring okkum, er á veg til okkara, skrivar skúlastjórin í Vágs skúla.
Skíggjafrí vika hevur verið í skúlunum kring landið, og vísur John Henrik Holm á, at føroysk tøl eru komin fram í hesum sambandi, ið eru ikki sørt skelkandi.
Millum annað verður sagt, at vit brúka 40% minni tíð saman við øðrum, enn vit gjørdu fyri 10 árum síðani, og at 18 – 24 ára gomul sita í miðal 8 tímar dagliga við skíggja – tað svarar til 22 ár av lívinum.
##med2##
TikTok heilar
Í greinini verður komið inn á tað, ið verður nevnt TikTok heilar.
Hetta er, tá heilin uppførir seg á ein hátt, ið minnir um ADHD. Millum annað órógvast fólk lætt, duga illa at leggja ætlanir, og gerast friðleys og bráðlynt. Orsøkin er, at fólk eru von við at verða áhaldandi undirhildin og órógvað av telefonini.
Um hetta er rætt, merkir tað, at skúlar í summum førum hava heilir flokkar við børnum, sum hava ADHD líknandi atburð. Við børnum, sum ikki klára at sita still, ikki klára at hugsavna seg, og ikki klára at vera saman í felagsskapi. Hetta ávirkar trivnaðin hjá bæði børnum og lærarum, skrivar Johan Henrik Holm millum annað.
Innsavna yvir 200 fartelefonir hvønn dag
Flest allir skúlar í landinum savna inn fartelefonin við dagsins byrjan, og útlevera tær aftur tá, skúladagurin er at enda komin. Hetta er vegleiðing frá landsins myndugleikum.
– Hetta merkir fyri okkum í Vági, at vit innsavna fleiri enn 200 telefonir hvønn dag og, útlevera fleiri enn 200 fartelefonir hvønn dag eftir skúlin er lokin. Skúlar landsins siga NEI til fartelefonir. Grundgevingin er, at børnini eru so tengd at hesum tóli, at tey klára ikki at hugsavna seg - at læra nakað, um tólið er nærhendis. Hetta eru boð og vegleiðingar, sum eru komnar úr Barna- & Útbúgvingarmálaráðnum.
– Sum skúlaleiðari haldi eg, at vit eiga at taka saman hendur við foreldur at børnum í skúlanum, og gera av, at børn ikki eiga at hava fartelefon. Heldur ikki heima. Hesar eru skaðiligar fyri menningina hjá børnum okkara, og uppgáva okkara er at vera vaksin, og siga NEI. Vit eiga at fylgja øllum vegleiðingum og kanningum, og seta aldursmark á, nær man kann fáa eina snildtelefon, nær man kan hava socialar miðlar o.s.fr.
– Vit í Vági hava seinastu vikurnar hildið eina røð av foreldrafundum við hesum á skrá. Vit hava í skrivandi stund gjørt avtalu við øll foreldur í 1. – 3. flokki um, at børn okkara ikki fáa snildtelefon meðan tey ganga í barnaskúla. Øll foreldur hava tikið saman hendur og gjørt av, at børn í 1.-3. flokki hava ikki fartelefon – heldur ikki við hús. Hetta merkir eisini, at foreldrini hava tikið snildtelefonina frá børnum teirra. Tey hava sagt NEI, tí tey í kjaki okkara millum eru komin ásamt um hetta, sigur John Henrik Holm, skúlastjóri.
– Í stuttum vilja vit loyva børnunum at vera børn.











