Armar orna andlit rodna

Seinnapartin í næstu viku fara hundraðtals fólk at hittast til dans og gleim í ymsastaðni í Føroyum. Stóra dansistevnan Havleikur verður í Havn, og eisini fara útlendsku gestirnir, sum koma til stevnuna, at vitja dansifeløgini kring landið

Dansur

Stóra fólkadansarastevnan Havleikur verður sett í Havn mikukvøldið og heldur á vikuna út. Endað verður við stórari veitslu og dansi leygarkvøldið.
Einir 300 útlendskir gestir koma til dansistevnuna, og umleið sama tal ella so av føroyingum fara eisini at luttaka hesar dagarnar.
Fremmandu gestirnir koma úr øllum Norðanlondum. Tó eru samar og grønlendingar ikki við, men hinvegin koma dansarar úr Hetlandi í staðin.
Dansistevnan Havleikur er avleiðing av stóru norðurlendsku dansistevnuni, Nordleik, sum føroyingar mangar ferðir hava luttikið á. Í ár var so túrurin komin til føroyingar at skipa fyri, og valdi landsfelagið Sláið Ring at halda stevnu í Føroyum undir heitinum Havleikur.
Havleikur verður settur á Vaglinum í Havn mikukvøldið klokkan 19.00. Umborð fyri Sláið Ring fer at bjóða vælkomin á stevnu, og borgarstjórin í Havn fer at bjóða vælkomin til Havnar. Landsstýrismaðurin við mentamálum, Annlis Bjarkhamar, fer síðan at seta stevnuna, og so verður dansað.
Hvørt landið sær fer at sýna onkran av sínum dansum, og endað verður við føroyskum dansi, har øll, bæði stevnuluttakarar og áskoðarar annars, taka saman og kvøða Ormin Langa, sum skilst.
Síðan verður gingið niðan í Sjónleikarhúsið og í eina fimleikarhøll í Kommunuskúlanum, har sonevndur samansjóðingardansur verður til midnátt.
Viðrar ikki at hava setanina úti, verður hon í staðin í ítróttarhøllini á Hálsi.
Hósmorgunin spjaðist múgvan kring landið, har ymsu dansifeløgini eru vertir teirra fremmandu, sum skulu sleppa at síggja lankað av landinum og sýna fólki sínar dansir ymsastaðni, har tey koma. Hesar útferðirnar vara allan dagin.
Afturkomin til Havnar um kvøldið verður aftur strongt til leik og spæl, og dansað verður til út á nátina.
Fríggjadagin fara tey nógvu aftur útferðir. Hesaferð til Fugloyar, har eisini verður ligið nátt.
Tó verða summi eftir í Havn, har skipað verður fyri fyrilestrum um ymiskt, sum hevur við dansimentan at gera soleiðis beinleiðis ella óbeinleiðis.
Tosað fer at verða um føroyskar dansivanar, um at vaksa upp við føroyskum dansi, um føroyska bátin, eins og sagt fer at verða frá føroyska búnanum, sum fleiri av luttakarunum fara at bera hesar dagarnar, stevnan er.
Aftur fríggjakvøldið verður sum vera man dansað.
Leygardagin verður dansað kring Havnina og í Kirkjubø. Tá fara stevnuluttakararnir, bæði gestir og vertir, at vísa sýni kynstur á 12 ymsum støðum kring í høvuðsstaðnum og í Kirkjubø.
Um køldið verður stór fráfaringarvetsla í Ítróttarhøllini á Hálsi, har umleið 650 fólk fólk verða við. Matskráin verður úr havinum. Havleikur er.
Eftir borðhaldið verður dansað bæði í ítróttarhøllini og í HB húsinum.
Sunnudagn fara flestu gestirnir avstað aftur, men onkur verður verandi til mánadagin, tá tey allarseinastu fara.