Fyri fyrstu ferð í 20 ár er Arsenal annað liðið í Champions League finaluni, og liðið úr Norður-London stendur nú við møguleikanum at kunna vinna bæði Champions League og Premier League.
Í seinnu hálvfinaluni móti Atletico Madrid á Emirates leikvøllinum eydnaðist tað Arsenal at vinna ein tepran 1-0 sigur á Atletico Madrid. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1.
Bukayo Saka skoraði sigursmálið, tá hann stutt undan steðginum fangaði ein returbólt í brotsteiginum hjá Atletico og beindi hann í netið.
Arsenal, ið ongantíð hevur vunnið Champions League møtir antin Bayern München ella Paris Saint Germain í finaluni í Budapest, leygarkvøldið 30. mai.
Í annaðkvøld møtast Bayern og PSG á Allianz Arena í München. Fyrra dystin á heimavølli vann PSG 5-4 aftaná ein ógloymandi dyst.
HER ber til frá Viasat at síggja sigursmálið Bukayo Saka skoraði fyri Arsenal móti Atletico Madrid.











