22 startups í Tonik Pitch-kappingini – 18 úr útlondum

Á Tonik í ár koma 22 startups til Føroyar at leggja fram í Tonik Pitch Competition í samstarvi við ICE. Av teimum 22 eru 18 úr útlondum, meðan 4 eru úr Føroyum. Pitch-kappingini verður fyrrapartin á Framskák-pallinum í Kongshøll, har fyritøkurnar fáa høvi at vísa fram hugskot og loysnir fyri dómsnevnd og áhoyrarum.

 

Av teimum 22 fyritøkunum sleppa 3 víðari til finaluna, sum verður hildin kl. 16:00, har vinnarin verður funnin.

 

##med2##

 

Prísir

 

Kappast verður um:

 

  • 1. prís: 70.000 kr.
  • 2. prís: 20.000 kr.
  • 3. prís: 10.000 kr.

 

StartUp Day – side event við FaroeLaw

 

Somu fyritøkur luttaka eisini í side eventinum dagin fyri Tonik “The Tonik StartUp Day with FaroeLaw”, sum er ein dagur sum snýr seg um íverksetan, íløgur og nýskapan. Her er dentur lagdur á íblástur, vitan og ítøkiliga sparring, umframt møguleikar at hitta íleggjarar og samstarvspartar.

 

Pitch-kappingini og StartUp dagurin eru ætlað bæði at geva startups ein sterkan pall at leggja fram og samstundis skapa sambond, sum kunnu flyta verkætlanirnar víðari.

 

Altjóða luttøka – eisini í ráðstevnuni sum heild

 

Altjóða áhugin sæst eisini aftur í luttøkuni til Tonik sum heild. Í ár vænta fyrireikararnir væl omanfyri 200 altjóða luttakarar til ráðstevnuna. Tað styrkir Tonik sum altjóða pall og gevur føroysku vistskipanini størri møguleika at knýta sambond við íleggjarar, samstarvspartar og nýggjar marknaðir.

 

Tonik 2026 verður í Tórshavn í mai, og Tonik-dagurin er 8. mai 2026. Meira kunning fæst á tonik.fo. Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK, og Klintra er høvuðsstuðul í 2026.

 

##med3##