Tað ger hann í einum grein 52a fyrispurningi til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum
Ítøkiliga spyr hann soleiðis:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta asfaltering av Oyrarvegnum í nærmastu framtíð?
2. Um ja, nær kann væntast, at arbeiðið verður framt?
3. Um nei, hvat ætlar landsstýrismaðurin annars at gera fyri at bøta um støðuna á hesum vegastrekki?
Í viðmerking til fyrispurningi vísir Hermann R. Samuelsen á, at Oyrarvegurin er ein landsvegur við nógvari dagligari ferðslu, har tung vinnuakfør koyra regluliga.
– Vegurin er í ringum standi, og tað er tískil ein átrokandi tørvur á ábótum á hesum vegastrekkinum.
– Henda farleið hevur stóran týdning fyri vinnulívið í økinum, men somuleiðis fyri borgararnar á Norðoyri, ið nýta vegin dagliga. Norðoyri er ein vaksandi bygd við einum vaksandi tali av barnafamiljum. Í nærmastu framtíð verður talan um tveir dagsstovnar í bygdini, og longu nú eru nógvar barnafamiljur, ið dagliga seta síni børn av har, sigur Hermann Samuelsen.
– Samanumtikið er talan um ein landsveg, sum hevur ógviliga tunga og nógva ferðslu, sigur hann.
Landsstýrismaðurin hevur 10 yrkadagar at svara spurninginum.











