Arshavin: Liverpool hevur teir bestu áskoðararnar

Andrei Arshavin er sera harmur, um atburðin hjá Arsenal áskoðarunum

Russiski landsliðsspælarin, Andrei Arshavin hevur ringt við at fyrigeva áskoðarunum hjá Arsenal, sum hann heldur vóru eftir sær, og fingu hann at spæla væl verri, enn hann hevði gjørt, um tey høvdu stuðlað honum.

 

Tað byrjaði annars væl hjá Andrei Arshavin, tá hann kom til Arsenal í januar í 2009, men á sumri 2012 fór hann ókeypis aftur til sítt gamla felag, Zenit Sankta Pætursborg í Russlandi. Alt sum Arshavin gjørdi á vøllinum var galið, og tað lótu áskoðararnir hann sleppa at hoyra í ríkiligt mát. Tann nú 33 ára gamli Arshavin viðgongur, at talan var um eina ógvuliga harða tíð, sálarliga.

 

Í samrøðu við heimasíðuna hjá Zenit, sigur Arshavin, at skiftið frá gamla Highbury leikvøllinum til Emirates leikvøllin hevur avgjørt ikki bøtt um stuðulin til Arsenal spælararnar. - Teir eldru spælararnir hjá Arsenal søgdu, at tað var eingin rómur á Emirates leikvøllinum í mun til Emirates leikvøllin, sigur Arshavin við heimasíðuna hjá Zenit.

 

Hevur Arshavin einki gott at bera áskoðarunum hjá Arsenal, so hevur hann hinvegin nógv lovorð til fjeppararnar hjá Liverpool: - Liverpool hevur tann besta stemningin í Premier League, og eg kendi meg væl, tá vit spældu á Anfield. Arshavin skeyt fýra mál fyri Arsenal, tá Liverpool og Arsenal spældu javnleik 4-4 á Anfield á vári 2009.