Ársins fyrsta broyting hjá oljufeløgum: Príslækking

Oljufelagið Magn hevur í dag broytt prísin á øllum oljuúrdráttum.

 

Og ársins fyrsta broyting er ein lækking millum 6 oyru og eina kronu og eitt oyra.

Bensinið er tað, sum hevur ta minstu lækkingina. Ein litur av bensini lækkar við 6 oyrum og kostar nú 11,98 krónur.

Ein litur av diesel lækkar við 33 oyrum og kostar nú 11,66 krónur.

Bátadiesel og húsarhaldsolja lækkar eisini við 1,01 krónur. 

Ein litur av húsarhaldsolju kostar nú 9,99 krónur. Tað er fyrstu ferð síðani 16. mars í fjør, at ein litur av húsarhaldsolju kostar undir 10. krónur.

Tá húsarhaldsoljan var dýrast – tað var 28. juni í fjør – kostaði ein litur 13,31 krónur.

Tá Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar í fjør kostaði ein litur av húsarhalds olju 9 krónur. Stórur prísvøkstur hevur verið á nógvum vørum síðani tá. Vit kunnu sjálvandi ikki staðfesta, at russiska kríggið er orsøkin til allar príshækkingar, men vit kunnu so staðfesta, at bensini nú »bara« er 3,8 prosent dýrari, enn 24. februar í fjør. 

Ein litur av diesel er 19,7 prosent dýrari, og ein litur av húsahaldsolju er nú 11 prosent dýrari enn 24. februar í fjør.