Tað er sjálvandi høvuðstaður Føroya, Tórshavnar kommuna. Í hesum heksaketlinum búgva eisini 20.000 fólk og býurin er um at bresta av mentanartilboðum av øllum slagi.
Havnin er tað tættasta Føroyar koma einum rættum metropoli. Uttan at taka munnin ov fullan kunnu vit gott loyva okkum at kalla Havnina ein kókandi, altjóða mini-metropol!
Og tað er júst mini-metropolinum Havnini vit fagna við einari stórfingnari ASFALT-veitslu í tvey samfull døgn – 3. og 4. juli í ár. Her fer Havnin at vísa seg frá síni bestu síðu, vinsæl býður hon ungum og gomlum at fagna sær og øllum tí spruttandi kreativitetinum, sum mini-metropolurin hevur at bjóða.
Sum altíð er tónleikurin heilt sentralur á ársins ASFALT-veitslu. Longu nú hava hálvt-hundrað føroyskir publikumsfavorittar boðið sær til at seta tónar til veitsluna – við øllum frá gamlamannadansi til DJ’s, punk, popp, vísur, klassiskan tónleik, jass - og forvitnisliga tiltakið aftankvirru í Dómkirkjuni. Nevnast kunnu ein ørgrynni av favorittum sum PállFinnurPáll, Tinganest, Crawling Blue, Guðrið Hansdóttir, Spaðar 5, Petur Pólsson, Katrina Petersen, 3st, Tjant, Martin Joensen, Marius, Lív Næs, Niels Midjord, Símun úr Konoy, Uni Arge, Rókur Jákupsson, Deiggj, Líggjas Olsen, Anna Háberg og sangkvartettin Kata. Eisini verður høvi at læra seg at spæla guitar ”the Stanley-way” í workshop við júst Stanley Samuelsen. Og hettar er bara byrjanin. Fleiri koma afturat; tað er bara at fylgja við í bløðunum!
Tiltakið ”Føroyski Mótaheimurin 2009” á ársins ASFALT er annað og meiri enn eitt vanligt mótashow. Umframt róman av føroyskum sniðgevarum, sum Guðrun og Guðrun, Katrinu í Geil, Svanhild Strøm, Jóhonnu av Steinum, Beintu og Fridu Poulsen, Ann Højgaard og Elisu Heinesen, verða eisini accessories, sum hárboylar fra Elviru Thomsen og taskur frá Onnu Kristin Bæk, at síggja. Harafturat verða filmsillustratiónir hjá Marionnu Mørkøre, performances og tónleikur eftir Brynjólf á Heygum. Pallsnið og stíling: Ann-Rósa á Rógvu og Tóra Højgaard Joensen.
Ætlanin er eisini at fáa grafitti-listafólk at koma at seta dám á báðar dagarnar, Ingi Sørensen vísir okkum undirsjóvar-Føroyar í Posthúskjallaranum – og har verða eisini verk hjá Torbirni Olsen og Marionnu Bjørgheim. Carl Jóhan Jensen og Oddfríður Marni Rasmussen lesa upp og ASFALT bjóðar enntá uppá sjónleik og dansishow. Eitt av Føroya størstu tónaskøldum Sunleif Rasmussen fer, saman við strúkikvartettini Doriu, at læra frá sær. Harumframt verður høvi hjá føroyskum tónleikarum at hittast og læra at fáa pengar frá Koda.
Vit tora at lova, at ASFALT verður eitt tað størsta og mest fjølbroytta mentanartiltakið í Føroyum í ár. Og í hesum sparitíðum lova vit eisini, at her fært nú nógv, nógv mest fyri pengarnar. Atgongumerki kosta einans kr. 350,- fyri tað allarbesta Føroyar hava at bjóða uppá í ár innan tónleik, sjónleik, málningalist og móta. Og so fer alt fram í Føroya einasta mini-metropoli, sum eisini kann bjóða bestu matstovurnar, náttklubbarnar og shopping-møguleikarnar í landinum J
Tað felagið hjá føroyskum tónleikarum, FUTT, sum skipar fyri ASFALT 3. og 4. juli í ár.