Sýriski forsetin, Bashar al-Assad, fer ikki at aftra seg við at brúka evnafrøðilig vápn ímóti uppreistrarmonnunum, um hann kennir seg kroystan upp í ein krók.
Tað sigur fyrrverandi sýriski sendiharrin í Irak, Nawaf Fares, sum herfyri valdi at venda stýrinum í Sýrialandi bakið og at fara í part við teimum, sum stríðast ímóti stýrinum.
Nawaf Fares sigur við BBC, at óváttað tíðindi vilja vera við, at sýriski herurin hevur longu brúkt evnafrøðilig vápn, og at tað var, tá herurin og uppreistrarmenninir bardust um býin Homs.
-Eg eri sannførdur um, at verður Assad kroystur upp í ein krók, fer stýrið ikki at aftra seg við at brúka evnafrøðilig vápn, sigur fyrrverandi sendiharrin við BBC. Sjálvur umrøður hann forsetan sum ein særdan úlv, ið er illa kroystur.
Sambært Nawaf taka uppreistrarmenninir seg fram hvønn dag, og tað er ein stórur ósigur fyri stýrið, at bardagarnir nú eru í sjálvum høvuðsstaðnum, sigur hann.