Týsdagin klokkan 15 verður hátíðarhald á Vaglinum í Havn, tá gamla Kioskin hjá Astu kemur upp á pláss aftur á Vaglinum, har hon hevur veitt havnarfólki tænastu seinastu 84 árini.
Tað er Gist & Vist samtakið, sum hevur keypt kioskina, og seinastu mánaðirnar hevur hon verið í eini høll á Sandvíkarhjalla, har hon er høvuðsumvæld og so at siga gjørd av nýggjum.
Kioskin verður koyrd oman aftur á Vaglið í morgin, har nýggj grund er gjørd til hana og økið uttanum er hampað. Hon stendur á sama stað, men verður snarað eitt sindur inn ímóti Løgtinginum.
Á hátíðarhaldinum fer Annika Olsen, borgarstjóri, at siga nøkur orð, og Asta, sum fyllir 89 í summar, verður eisini við.
Kioskin hjá G, sum hon varð rópt, stóð upprunaliga á leið har, hon hevur staðið seinstu 35 árini. Hon hevur síðan verið flutt nakrar ferðir. Eftir at Kommunuskúlin futti níðan í nýggja skúlan við Tróndargøtu/Tórsgøtu fluttu kioskin inn í gamla Kommunuskúlagarðin. Fyrst út ímóti vegnum, og seinni stóð hon innast í garðinum móti Posthúsinum. Fyri 35 árum síðani varð hon flutt út aftur á upprunaliga staðið.
Jacob Danielsen, vanliga nevndur G, var pápi Astu. Hann læt kioskina byggja og hevði hana fyrstu árini. Men hann doyði í 1945, og tá arvaði Asta kioskina. Asta vaks upp hjá gubba sínum Djóna Weihe. Mamma hennara doyði tá hon var nýføðingur. Eftir at Jacob Danielsen var deyður var tað Christian Weihe, sum stóð fyri kioskini tey næstu árini, til Asta tók við. Maður Astu, Niklái Jacobsen, sum var skipari, legðist uppi seinast í fimmtiárunum, og tá tóku hjúnini sær av kioskini.
Tey plagdu at skiftast um at vera í kioskini, og eisini høvdu tey skúlanæmingar at hjálpa til um kvøldarnar. Vanliga var opið til klokkan 11 á kvøldi.
Niklái doyði í 2001, 73 ára gamal. Asta hevur síðani verið einsamøll um at reka kioskina, til hon í fjør varð seld. Tá hevði Asta átt kioskina í 73 ár.