Aston Villa vann sannførandi 3-0 í Europa League finaluni móti Freiburg í Istanbul í Turkalandi.
Youri Tielemans og Emiliano Buendía syrgdu fyri innanfyri fýra minuttir beint undan steðginum, at Aston Villa var á odda 2-0 í steðginum. Tá eitt lítið korter var farið av seinna hálvleiki økti Morgan Rogers til 3-0.
Samlaða talið av málroyndum var 17-4 til Aston Villa, so talan var um ein ruddiliga uppibornan sigur.
Talan er um fyrsta heitið hjá Aston Villa í 30 ár, og fyrsta evropeiska heitið í 44 ár. Í 1982 vann Aston Villa Champions Cup, sum Champions League æt tá.
Hetta var fimtu ferð, at høvuðsvenjarin hjá Aston Villa, Unai Emery vinnur Europa League. Hann hevur vunnið kappingina tríggjar ferðir við Sevilla, eina ferð við Villareal, og eina ferð við Aston Villa. Tað stuttliga er, at øll trý liðini, ið hann hevur vunnið Europa League við eita okkurt við: "Villa".
Freiburg-Aston Villa 0-3 (0-2)
0-1 Youri Tielemans ('41)
0-2 Emiliano Buendía ('45+)
0-3 Morgan Rogers ('58)
Komandi mikukvøld klokkan 20 spæla Crystal Palace og Rayo Vallecano finaluna í Conference League í Leipzig. Óannsæð hvør vinnur verður talan um ein søguligan vinnara, tí hvørki av liðunum hevur áður vunnið eina evropeiska kapping.











