Johan Dahl, løgtingsformaður og Hanna Vang, Løgtingsins umboðsmaður /Mynd: Løgtingið

Løgtingsins umboðsmaður handað ársfrágreiðingina fyri 2025

Løgtingsins umboðsmaður, Hanna Vang, hevur handað løgtingsformanninum, Johan Dahl, ársfrágreiðingina fyri 2025. 

Johan Dahl, løgtingsformaður og Hanna Vang, Løgtingsins umboðsmaður /Mynd: Løgtingið

Ársfrágreiðingin vísir, at umboðsmaðurin fekk 104 klagur í 2025. Av hesum klagunum vóru 93 endaliga avgreiddar innan 31. desembur. Harumframt vórðu avgreiddar 23 klagur frá undanfarnum árum. Av teimum 116 klagunum, sum sostatt vórðu avgreiddar í 2025, endaðu 26 við niðurstøðum í antin áliti ella skrivi. 

 

Í ársfrágreiðingini eru eisini tvær greinar. Onnur er um vandar fyri mismuni í sambandi við talgilding av tænastum, og hin er um Barnarættindasáttmálan og lógarsmíð. 

 

Eftir ólavssøku leggur løgtingsformaðurin vegna formansskapin fyri tingið eitt uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2025.

 

Les frágreiðingina her.

 

Johan Dahl, løgtingsformaður og Hanna Vang, Løgtingsins umboðsmaður /Mynd: Løgtingið