Eiðis Bóltfelag hevur gjørt eitt ordans hál.
Eiðis Bóltfelag skrivar á Facebook-vanga felagsins:
- EB styrkir SMS-hópin og venjaratoymið við Mariu Fisker Stokholm
Eiðis Bóltfelag hevur gjørt avtalu við 35 ára gomlu Mariu Fisker Stokholm fyri tey komandi tvey kappingarárini. Maria fer bæði at virka sum leikari og venjari.
Maria kemur úr Viborg HK, har hon júst hevur endað eina framúrskarandi yrkisleið á hægsta stigi.
Hon hevur spælt 100 dystir fyri danska kvinnulandsliðið, skorað heili 250 mál og vann HM-bronsu í 2013.
Tey 22 seinastu árðini hevur Maria umboðað Viborg HK, Randers HK og CSM București, harav tilsamans 15 ár við Viborg HK.
Maria hevur ómetaliga drúgvar og úrslitagóðar royndir. Hon hevur verið við til at vinna heimlig meistaraheitir, steypakappingar, EHF Cup, EHF Cup Winners’ Cup, umframt tvinnar sigrar í EHF Champions League.
(Harvið verður hetta eitt av størstu nøvnunum, sum kemur til Føroya fyri at vera partur av føroyska hondbóltsumhvørvinum) So seint sum farna vikuskifti spældi hon við Viborg HK EHF European League Final 4, har tær vunnu bronsu.
Maria, Jeppe og teirra tríggir synir flyta til Eiðis í summar, har tey gleða seg til at gerast partur av lokalsamfelagnum. EB heitir á øll um at taka væl ímóti teimum, og hjálpa teimum at fella væl til á Eiði og í felagnum.
Sjálv sigur Maria at hon og hennara familja gleða seg sera nógv til at koma til Eiðis og EB. “Eg gleði meg til at blíva partur av hópinum og venjaratoyminum. Eg eri sikkur í, at EB er tað rætta staði fyri meg og okkum sum familju”.
Umframt at spæla fer Maria at byrja sína yrkisleið sum venjari. Hon verður partur av venjaratoyminum hjá EB.
Saman við høvuðsvenjaranum í felagnum, Kristinn Guðmundsson fer hon at skipa virksemið og leggja ætlanir fyri menningina hjá okkara ungdómsleikarum.
Vit í EB eru bæði fegin og errin um, at Maria hevur valt EB og vit eru vís í, at hon kemur at styrkja munandi um okkara unga hóp.
Vit ynskja Mariu við familju hjartaliga vælkomin í Eiðis Bóltfelag. Skrivar Eiðis Bóltfelag.
##med2##












