Fremst á myndini frá vinstru: Beate L. Samuelsen, Maria Olsen, Johild Joensen, Mads Guttesen og Alfred Olsen. Aftast á myndini: Sjúrður Kjølbro og Astrid Debes Jacobsen. Á myndini vantar Jens Marius Poulsen.

Astrid og Johild nýggir nevndarlimir í Landsfelag Pensjónista

Landsfelag Pensjónista hevði aðalfund 2. mai 2026

Fremst á myndini frá vinstru: Beate L. Samuelsen, Maria Olsen, Johild Joensen, Mads Guttesen og Alfred Olsen. Aftast á myndini: Sjúrður Kjølbro og Astrid Debes Jacobsen. Á myndini vantar Jens Marius Poulsen.

Tíðindaskriv:

Leygardagin 2. mai 2026 hevði Landsfelag Pensjónista aðalfund, har m.a. nevndarval var á skránni. Fyri vali stóðu tveir nevndarlimir og tríggir varalimir. 

Jákup Andreasen og Erhard Jacobsen stillaðu ikki uppaftur til nevndina.

Í nevndina vóru vald:

  • Astrid Debes Jacobsen frá Eldrafelagnum Vesturskin í Vestmanna og
  • Johild Joensen frá Eldrafelagnum Nón í Runavíkar kommunu

Sum varalimir vóru vald:

  • Mads Guttesen, Pensionistafelagið í Havn
  • Sjúrður Kjølbro, Pensjónistafelagið Hugni í Klaksvík
  • Jens Marius Poulsen, Pensionistafelagið í Havn.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin í Landsfelag Pensjónista seg soleiðis:

  • Beate L. Samuelsen, forkvinna
  • Maria Olsen, næstforkvinna
  • Alfred Olsen, nevndarlimur
  • Astrid Debes Jacobsen, nevndarlimur
  • Johild Joensen, nevndarlimur