At liva av svørðinum

Komandi tíðina fer Heini í Skorini, sum er í starvsvenjing á donsku ambassaduni í Tel Aviv, at skriva bloggar í vikuskiftisinnlegginum hjá Sosialinum. Heini fer at skriva um og úr gerandisdegnum í Ísrael.

– Den ene dags kampe leverer de ofre og den vrede og det had, der skal til for at holde morgendagens kampe i gang. Og på den måde er konflikten sit eget brændstof.

 

Soleiðis skrivar danski TV2-korrespondenturin í Miðeystri seinastu tjúgu árini, Steffen Jensen. Og við hesum havi eg endiliga funnið setningin, eg so leingi havi roynt at formulera í mínum egna høvdi.

 

Áralanga stríðið millum jødar og palestinar er vorðin ein ævinleikans maskina. Eitt sjálv­for­sýnandi tól, sum áhaldandi syrgir fyri at endur­framleiða tað brennievni, sum í morgin skal halda stríðnum á lívi. Harðskapurin er vorðin ein ónd ringrás, hevndin eitt sjálv­útinn­andi profeti og hatrið ein kavabóltur, sum er farin á rull og ikki steðgar aftur.

 

Palestinska stríðið ímóti ísraelskari herseting og fyri einum sjálvstøðugum stati verður ført við amboðum, sum einans undirgrevur málið. Tí hvørjaferð ein yvirgangsatsókn verður framd í Ísrael, hvørjaferð ein rakett verður send úr Gaza inn í Suðurísrael, og hvørjaferð ein islamistiskur Hamas-leiðari brølar um at sletta statin Ísrael av heims­kortinum, so intensiverar ísraelski herurin hersetingina av palestinsku økjunum í Gaza og á Vestara Áarbakka, sum aftur økir um palestinsku vreiðina og talið av álopum, sum aftur fær ísraelska herin til at stramma aggressivu trygdartiltøkini og so fram­vegis og so framvegis.

 

Poengið er tann ónda ring­rásin, sum eingin tykist megna at bróta, og sum er sokkin so djúpt í eitt díki av sínámillum hatri og misáliti, at tað krevst ein stór politisk skurðviðgerð við nógvum professionellum læknum at reparera hetta vrakið av eini samveru, sum stríðið millum ísraelar og palestinar er vorðið til.

 

– They are the occupiers and we are the occupied. We only fight for our national rights against a brutal imperialist power, er afturvendandi svarið, tá eg spyrji palestinar á Vestara Áarbakka, hví tey ikki steðga við álopunum á Ísrael, tá tað eftir seksti ár ikki hevur givið nakað sum helst úrslit. Og tá eg í Ísrael havi mínar endaleysu diskussiónir við alskyns ísraelar, er niðurlagið tað sama.

 

– We only defend ourselves and do what is necessary to protect the state and poeple of Israel. The moment they recognize us and stop the terrorism, we will end the occupation and give them their state, sum kioskeigarin í grannalagi mínum endurtekur upp í saman, tá eg keypi bløðini og havi viðmerkingar til dagsins forsíður.

 

Í Palestina er raðfylgjan, at “vit berjast ímóti Ísrael, tí Ísrael hevur hersett okkum”. Í Ísrael er raðfylgjan, at “vit hava hersett pale­stinsku økini, tí palestinar fremja álop á okkum og mugu steðgast”. Báðar útgávurnar av stríðnum hava hvør sín syndabukk og hvør sítt offur. Tað er altíð hin parturin, sum fyrst hevur tikið vápnini í hond, og sum fyrst má leggja tey aftur. Og eitt og hvørt kjak strandar á ymiskum tulkingum av søguni og serliga av ári­num 1948, tá staturin Ísrael varð settur á stovn, tá 700.000 palestinar flýddu av húsi og heimi, og tá arabiski heimurin leyp á.

 

Soleiðis rullar heimssøgan. Inntil onkur hevjar seg upp um allan krígslogikk og allar tær regl­ur, altjóða politikkur annars virkar eftir. Eitt menniskja, ein rørsla, ein hugmynd, sum megnar at gera enda á óndskapinum, líðingini og absurdi­tetinum. Sum megnar at venda søgunnar hjólum úr einum spori í eitt annað. Sum megnar at steðga galskapinum og peika á ein nýggjan veg.

 

***

Men í skrivandi stund, hetta mikukvøldið í juli í einum hálvmyrkum kamari í Tel Aviv við air­condition fyri fullari styrki, er trup­ult at fáa eyga á eina loysn. Sonevndu friðar­sam­ráð­ingarnar millum ísraelsku stjórnina og pale­stinsku myndugleikarnar líkist eftirhondini ein­um innihaldsleysum glantrileiki uttan úrslit. Sonevnda vápnahvíldin millum Ísra­el og Hamas í Gaza er skroypilig, og sam­bært mein­ingakanningunum er trúgvin á eina friðar­avtalu og viljin til neyðugu kom­pro­miss­ini søguliga lágur. Tá eg svari spurningum um mítt arbeiði á donsku sendistovuni og nevni orðið “peace proces”, so flenna tey forhánisliga og spyrja, hvørja friðarprosess eg meini við. Tí í Miðeystri finst eingin slík.

 

Tey hava roynt hetta ov ofta. Vónbrotini hava verið ov mong, tá politikararnir proklameraðu “peace in our time” framman fyri vónríkum manna­múgvum. Og hóast tað er friðarligari í Ísrael í dag, enn tað hevur verið í fleiri ár, so er fíggindin intaktur og politiska støðan óbroytt. Lagnan er framvegis “at liva av svørðinum”, sum landsfaðirin David Ben-Gurion plagdi at siga.

 

Karen Thisted skrivaði einaferð, at summi fólk duga at henta rósur, har ongar rósur vaksa. Í tíðum sum hesum krevjast slíkir eginleikar, inntil litríkari eingir og grønari líðir aftur eru at hóma.

 

heini_skorini@yahoo.com