At spæla fyribyrgir sálarsjúku

Í eini grein úr “American journal of play”, á vári 2011, skrivar Peter Gray, sálarfrøðingur og granskari innan spæl hjá børnum um ein møguligan samanhang millum minkandi sjálvstýrdum spæli (frítt spæl) hjá børnum og hækkandi sálarsjúku.

 

Minkandi spæl

Í greinini vísir Peter Gray á eina gongd, har børn í minni og minni mun sleppa at avgerða sjálvi hvar og hvussu tey spæla. Frá tí at tað var vanligt í 50’unum og 60’unum í USA at síggja børn spæla úti á vegunum, eru vegirnir vorðnir manntómir - og sær man ein hóp av børnum í dag, eru tey í onkrum búna og ígongd við onkrum vaksnamannastýrdum tiltakið - sum oftast innan onkra ítrottargrein. Kanningar siga at skúlagongdin økist, nøgdin av skúlatingum økist - samstundis broytist spælimynstri frá at vera úti til at vera frammanfyri skermar.

 

Hesa gongd kenna vit væl aftur í Føroyum, har vit í dag síggja færri og færri børn spæla úti ella í vaksnastýrdum spølum.

 

Dagstovnar, longri skúladagar og meira skipað frítíðarvirksemi hevur avloyst rúmi fyri tí frælsa ella fría spælinum.

 

Sjálvandi er ein partur av hesum grunda á øktar vandar, s.s. økt ferðsla. Men tað setur so krøv til dagstovar, skúlar og frítíðarvirksemi, at hesi taka hædd fyri broyttu viðurskiftunum/umstøðunum og hjálpa børnunum at finna rúm fyri tí fría spælinum.

 

Sálarstøðan

Kanningar sum Peter Gray vísir á, um øktar sálarsjúkur kunnu nevnast t.d. Minnesota Multiphasic Personality Inventory (MMPI), ein leypandi kanning frá 1948, har tey hava kanna børn millum 9-11 ár, vísir at børn í størri og størri mun kenna seg strongd og líða av tunglyndi - hetta talið bleiv umleið áttafalda frá 1948 fram til 1989. Hendan kanningin passaði eisini væl við hækkandi talið av sjálvmorðum í sama øki.

 

Ávirkan á tilveruna

Aðrar ábendingar um at børn er verri fyri sálarliga, í dag, í mun til fyrr, er at børn hava minni kenslu av, at hava ávirkan á egi lívið. Tað eru færri og færri støður har barnið hevur møguleika, at fylgja síni egnu dagskrá og fleiri og fleiri støður har barnið er noytt, at fylgja reglum og skipanum, ið vaskin hava sett í verk. Hetta í sær sjálvum fyllur børn við einari kenslu av, at okkurt ringt fer at henda - sum tey ikki fáa stýrt - og førir hetta eisini til strongd og tunglyndi.

Ein kanning við heitið “the Children’s Nowicki-Stricklund Internal-External Control Scale (CNSIE)”, sum hevur koyrt frá 70’ini fram til nú, mátar hvussu børn/ung kenna seg stýrd av sær sjálvum (innarastýring) og ella øðrum uttanfyristandandi viðurskiftum (uttari stýring), vísir at børn í minni og minni mun kenna seg hava ávirkan ella at kunna stýra sínum egna lívi. Børnini trúgva meira og meira, at tey eru fanga og hjálparsleys.

 

Narcissisma

Ein gongd har børn gerast meira sjálvupptikin og ávirka av tí sum kemur uttanifrá - tað at vera ríkur, síggja gott út og eiga flott og dýr ting, er eisini nakað sum vindur uppá seg. Hetta hevur ein kanning, ið byrjaði síðst í 70’unum víst. Kanningin kallast “The Narcissistic Personality Inventory” (NPI). Hetta vísir at børnini eru vorðin meira sjálvupptikin og hava meira anti-sosiala atferð. Narcissisma hevur tað við sær at fólk gerast meira upptikin av “tingum”, og halda at onnur fólk og ting gera tey lukkulig, meðan innara sálarlívið er heldur veikt. Tá tú heldur at onnur enn tú sjálvur hava ábyrgdina fyri tínari eydnu, er skjótt, at verða skuffaður. Hetta er samstundis tað sum marknaðarkreftirnar/marknaðarføring tykist at ala fram.

 

Hví hevur hetta samband við minkandi frítt spæl?

Peter Gray vísir á at børn, ið fáa góðar umstøður at spæla frítt við onnur børn, fáa eitt betur sálarlív og menna sunnari sosial evni.

Í spælið mennir barnið náttúrligu evnini at fylgja sínum áhuga og evnum. At liva í nú’inum - uttan at skula á skeið í mindfullness, joga ella okkurt líknandi.

Í spælið mennir barnið evnini at taka avgerðir, loysa vandamál, stýra sær sjálvum og at fylgja reglum.

Í spælið mennir barnið evnini at stýra kenslum, lærir hvussu man fær vinir og hvussu man virkar á jøvnum føti við onnur.

Stutt sagt, spæl ger børn glað, og harvið minkar tað um “ólukkulig” børn.

 

Hetta við minkandi úti spælið er í sjálvum sær møguligar orsøkir til at onnur ting stinga seg upp, sum t.d. ADHD og annað. Børn skulu í dag allatíðina tillaga seg einum stýrdum heimi, tey hava ikki sum fyrr møguleika at menna síni evni í frið og náðum.

 

Greinin sum hetta er tikið úr kann lesast á heimasíðuni: psychologytoday.com/experts/peter-gray.

 

So mín áheitan á myndugleikarnar er - hugsið meira um at skapa betri og frælsari umstøður soleiðis, at vit økja um møguleikarnar fyri frælsum/fríum spæli.