Atgongumerkini seld eftir lítlari løtu

Atgongumerkini til konsertina við Kris Kristofferson í morgin fóru øll eftir eini lítlari løtu

Fyrr í dag bleiv kunngjørt, at Kris Kristofferson hevði eina eykakonsert saman við dóttir síni og versoni í Reinsarínum í Havn.

 

Peningurin, ið kom inn fór óskerdur til tónleikaverkætlan hjá Barnaheiminum.

 

Sølan skuldi byrja kl. 14 í dag, men heimasíðan hjá Reinsarínum, har ein kundi bíleggja atgongumerkir, hoknaði undir trýstinum.

 

Nógv túsund fólk royndu at fara inn á heimasíðuna í senn og tað er nógv fleiri enn vanligt vitja heimasíðuna.

 

Tøkningar arbeiddu uppá síðuna, men trýstið var somikið støðugt, at datagrunnurin hoknaði undir trýstinum.

 

Ikki fyrrenn kl. 15.30 fór sølan í gongd og øll 150 atgongumerkini blivu seld eftir lítlari løtu.