Atkvøða í dag um kvinnur kunnu nevnast kvinnur í Løgtinginum

Løgtingið skal eisini atkvøða um at taka mvg av bensin og diesel

Á tingfundinum í dag skal Løgtingið við 2. viðgerð taka støðu til broytingar í stýriskipani Føroya um at broyta starvsheiti hjá løgtings- og landsstýrismonnum, sum skrivað stendur. Tað snýr seg um, at stýrisskipanin skal loyva, at kvinnu skulu kunnast nevna »løgtingkvinnur« og »landsstýriskvinnur« heldur enn løgtingsmenn, sum 30 ára gamla lógin sigur.

 

Løgtingið fer eisini við 2. viðgerð av uppskotinum hjá landsstýrinum um at frítaka sølu av bensin og dielse fyri mvg í tríggjar mánaðir. Løgtingið skal eisini taka støðu til eina eykajáttanarløgtingslóg í hesum sambandi.

 

Løgtingið fer í dag eisini undir 1. viðgerð av uppskoti til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2026, sum snýr seg um flytingar millum stjórnarráð vegna nýtt málsøkjabýti. Tað snýr seg um at flyta játtanir millum stjórnarráðini, nú málsøki eru flutt millum stjórnarráð.

 

Síðsta málið á skránni at uppskot til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri 2024.

 

Løgtingsfundurin í dag verður klokkan 13, og skráin fyri fundin er hendan:

 

 

1

 
 

2. viðgerð LM-087/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya (Løgtings- og landsstýrismenn v.m., broytt starvsheiti)

 
 

2

 
 

2. viðgerð LM-090/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Tíðaravmarkað mvg frítøka av sølu av bensini og diesel)

 
 

3

 
 

2. viðgerð LM-100/2025 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2026-II (Tíðaravmarkað mvg-frítøka av sølu av bensini og diesel)

 
 

4

 
 

1. viðgerð LM-108/2025 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2026 (Flytingar millum stjórnarráð vegna nýtt málsøkjabýti)

 
 

5

 
 

1. viðgerð LM-109/2025 - Uppskot til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri 2024

 
 

6

 
 

Framløga