Væntandi eru fleiri staðfestir tilburðir av hantavirus, men eingi tekin eru um, at vit síggja byrjanina til eitt "stórt útbrot".
Tað segði leiðarin í Heimsheilsustovninum, WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus í dag.
– Vit vænta fleiri tilburðir av hantavirus, tí nógv samband var millum ferðafólkini, áðrenn smittan varð staðfest. Okkara arbeiði er ikki liðugt enn, segði hann á tíðindafundi í Madrid.
– Men í løtuni eru eingi tekin um, at vit síggja byrjanina til eitt stórt útbrot. Støðan kann sjálvandi broytast. Við longu inkubatiónstíðini hjá virusinum síggja vit kanska fleiri tilburðir komandi vikurnar.
Fyrst í mai kom fram, at trý fólk helst vóru deyð við hantavirus. Tey vóru øll ferðafólk við ferðamannaskipinum MV "Hondius", sum setti kós úr Argentina til Kap Verde í apríl.
Síðani vórðu fleiri smittutilburðir uppdagaðir á skipinum. Tilsamans vóru næstan 150 fólk umborð úr 23 ymiskum londum.
Í síðstu viku byrjaðu ferðafólk at verða flutt av ferðamannaskipinum, sum kom til sponsku oynna Tenerife sunnudagin.
Tá tey evakueraðu ferðafólkini koma heimaftur, ger hvørt land sjálvt av, hvussu tey skulu handfara tey.
WHO mælir tó til, at tey verða sett í sóttarhald í 42 dagar við dagligum læknakanningum.
Ongar koppsetingar ella serligar viðgerðir eru fyri hantavirus.
Men heilsumyndugleikarnir hava lagt dent á, at vandin fyri alheims fólkaheilsuni er lítil og avvísa samanberingar við Covid-19 farsóttina.
Ritzau/Reuters










