Hilmar Simonsen
Tað tekur tíð at byggja eitt oljufelag upp frá grundini av. Tað hava stovnararnir av fyrsta føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum verið noyddir at sanna, síðani teir á fyrsta sinni skutu pening inn í felagið, tá tað varð stovnað í 1998.
Á aðalfundi í vikuskiftinum kunngjørdi leiðslan í felagnum tann 9. ársroknskapin, og tað kann ikki sigast annað enn at vera áhugaverdur lesnaður. Áhugaverdur hóast felagið ongar nevniverdar inntøkur hevur havt øll hesi 9 árini.
Árið í fjør gav eitt hall á 8,1 mió. krónur, og tey seinastu 5 árini eru 25 mió. krónur av íleggjarans pengum fossaðir út úr kassanum hjá lovandi føroyska oljufelagnum. Kortini líður felagið onga neyð, tað hevur tvørturímóti ongantíð staðið so sterkt sum nú og hevði við árslok 2006 ein eginpening á slakar 300 mió. krónur og eitt gjaldføri á 180 mió. krónur. Tað eru tað ikki nógvar føroyskar fyritøkur, ið kunnu breggja sær av.
Men tá felagið øll árini síðani stovnan bert hevur soðið upp á boppuna hjá íleggjarunum, hvat er tað tá, ið ger felagið áhugavert, kann ein við røttum spyrja.
Framtíðarperspektiv
Svarið er framtíðarperspektiv. Og tað eru sum vera man perspektivini ið eru orsøkin til, at partabrøvini hjá Atlantic Petroleum á OMX í Íslandi vuksu við 32 prosentum í virði í fjør og síðani skrásetingina tann 15. juni 2005 eru vaksin við umleið 200 prosentum.
Í ásannan av at lovandi perspektivir ikki koma av sær sjálvum, hevur leiðslan í felagnum heldur ikki sitið hendur í favn og bíðað eftir, at møguleikarnir skuldu koma bóltandi inn gjøgnum dyrnar í skrivstovubygninginum í Gongin 9 í Tórshavn. Strategiin var frá byrjan av, at felagið umframt at ogna sær føroysk leitiloyvir skuldi leggja seg eftir at fáa leiti- og framleiðsluloyvir uttan fyri føroyska sjóøkið. Staðfestast má, at hetta hevur eydnast, og hevur Atlantic Petroleum í løtuni eina ’portefølju’ umfatandi leiti- og/ella framleiðsluloyvir í Føroyum, Onglandi og Írlandi.
Tá felagið í 2003 keypti ognarpartar í bretsku oljuleiðunum Chestnut, Ettrick og Perth frá felagnum Premier Oil var hesin handil grundaður á táverandi oljuprís á 20-22 dollarar fyri tunnuna. Við núverandi oljuprísum á umleið 60 dollarar fyri tunnuna er lætt at síggja, at hetta var ein góður handil, tí olja í rakstrarverdum nøgdum var longu staðfest í nøkrum av hesum leiðunum.
Hvussu lønandi fundirnir eru hongur tó neyvt saman við framtíðar oljuprísi og dollarakursi.
Vøkstur heldur enn vinningsbýti
Nevnd og leiðsla í Atlantic Petroleum hava ikki ætlanir um at broyta strategiina higartil um áhaldandi vøksur og menning. Hetta merkir millum annað, at partaeigarar ikki skulu vænta sær vinningsbýti í bræði, nú útlit eru til, at felagið seinni í hesum árinum fer at vinda tær fyrstu oljukrónurnar niður í kassan, eftir at Chestnut verður sett í framleiðslu.
- Vit hava ongar ætlanir um at rinda vinningsbýti út til partaeigararnar enn. Vit vilja heldur brúka tær inntøkur, felagið fær, til nýggjar íløgur, so felagið kann vaksa seg størri, sigur nevndarformaðurin Kjartan Hoydal.
Um hetta skuldi ørkymlað onkran partaeigara, so hevur stjórin í felagnum, Wilhelm Petersen, hesi ráðini:
- Um partaeigarar ynskja at fáa vinning her og nú, so er møguleikin at selja partabrøvini, ella nøkur av teimum, á keypsskálanum. Ikki kann sigast annað enn at rentingin hevur verið á góðari leið, síðani felagið varð stovnað, sigur hann.
Atlantic Petroleum var fyrst skrásett á keypsskálanum OMX í Íslandi á sumri 2005 og síðani á OMX í Keypmannahavn í oktober í fjør.
Uppkeyp av øðrum oljufelagi
Tað skal ikki koma óvart á nakran, um Atlantic Petroleum í framtíðini keypir okkurt annað minni oljufelag upp. Wilhelm Petersen dylir ikki fyri, at hesin møguleikin hevur verið viðgjørdur, og kemst hetta millum annað av, at Atlantic Petroleum er eitt væl kapitaliserað felag í løtuni, og hevur góðar møguleikar at útvega sær meiri fígging við lántøku. Tað finnast fleiri smærri oljufeløg, sum ikki hava somu møguleikar í so máta.
- At keypa upp er ein møguleiki, vit kveita til, men vit hava onga ítøkiliga ætlan á borðinum, slær Wilhelm Petersen fast.
Fyri at fíggja útbyggingina av Ettrick-leiðini, umframt at styrkja felagið, útskrivaði Atlantic Petroleum partabrøv á keypsskálanum heilar tvær reisur í 2006. Hetta gav felagnum eina kapitalhækking á 212 mió. krónur. Hesin partapeningur varð teknaður til kurs 550 og gav hetta tí eina áljóðandi hækking í partapeningi á slakar 38,6 mió. krónur, so at samlaði partapeningurin nú er 112,6 mió. krónur.
Wilhelm Petersen sigur, at felagið í løtuni ikki hevur ætlanir um at hækka partapeningin meiri, men um ein slík ætlan sum at keypa eitt annað oljufelag gerst veruleiki, so kann ein partabrævahækking koma upp á tal kortini.
Tann peningur, sum felagið hevur at ráða yvir, er ikki bundin í lánsbrøv ella aðrar langtíðaríløgur, og hetta kemst av, at felagið hevur brúk fyri peninginum í samband við útbygging av Ettrick leiðini og víðari menning av Chestnut leiðini.
Tá nú fyrst Chestnut, og síðani Ettrick, í næstu framtíð fara at framleiða, so fær felagið ein peningastreym, ið skal vera grundarlag fyri at fáa enn meiri fígging at brúka til nýggjar íløgur.
- Tá vit koma til framleiðslu skal felagið hava ein annan kapitalstruktur, sum er ein kombinatión av eginkapitali og fremmandafígging. Tá felagið hevur egna inntøku, so er tað ikki nóg effektivt bara at hava eginkapital. Hetta gevur okkum so møguleika at uppkeypa onnur og størri aktiv, enn vit áður hava gjørt, sigur Wilhelm Petersen.