Hóast veðrið er avbera ringt, og veðurtíðindini eru uppaftur verri, bæði væntar og vóna tey á Atlantsflogi, at fáa allar útisetarnar heim til Føroya.
Tað sigur Rasmus Niclasen, ferðslusamskipari hjá Atlantsflogi.
Nógv fólk er longu komið heim, og í dag hevur alt gingið eftir ætlan, sigur ferðslusamskiparin.
Í morgin koma fýra fullsett flogfør heim afturat við teimum seinastu útisetunum, trý úr Keypmannahavn og eitt úr Keflavík, og ferðslusamskiparin sigur, at hann bæði væntar og vónar, at tey fáa sett seg.
Hann sigur, at hann skal ikki kunna siga um ikki onkur seinking verður, men hann væntar so, at tað fer at eydnast at fáa alt heim í morgin.
Tað er tá ið ættin er rundan um sunnan, at floglíkindini eru vánalig, men út á dagin støkkur hann vestur um, og tá eru vanliga góð líkindi at flúgva, sigur hann.
Hann sigur, at gongst sum ætlað, verður flogvøllurin stongdur um trý tíðina í morgin, og tá halda tey jólafrí, tí hvørki jólaaftan, ella jóladag, er nøkur flúgving.
Men eitt er at koma til Føroya, eitt annað er at koma av flogvøllinum hjá teimum, sum skulu kring landið, kanska serliga har tað er neyðugt at sigla.
Tí sum vit skrivaðu í áðni, eru veðurtíðindini so vánalig, at Strandferðslan stúrir bæði fyri seinkingum, og fyri avlýsingum í morgin. Samstundis verður tað heldur ikki greitt, hvussu tað verður við samferðsluni jólaftan.
.
Les eisini: Vænta seinkingar og avlýsingar á jólum