Atli er Atli

Hann er ein persónligheit og hann tosar nógv, sigur Gunnar Nielsen um Atla Gregersen, ið byrjar inni í kvøld

Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, er til reiðar til uppgávuna í kvøld í EM undankappingardystinum móti Norðurírlandi á Windsor Park í Belfast.

 

Hoyr samrøðuna við at Gunnar Nielsen trýsta á pílin undir myndini

 

Í mun til dystin móti Finnlandi, so eru tríggjar broytingar í uppstillingini. Ein av teimum er Atli Gregersen, sum kemur inn í miðverjuna. Atli fyllur nógv í landsliðshópinum, men tað bilar einki sambært landsliðsmálverjanum.

 

Les eisini: Lars Olsen hevur sett liðið

 

- Atli er Atli. Tað er besti mátin eg kann lýsa hann. Vit vita hvussu hann er og at hann tosar nógv. Hann er góður til at fáa ferð á tingini og skapa ein góðan stemmning. Hann er ein persónligheit, sigur Gunnar Nielsen um Atla og leggur afturat.

 

Les eisini: Atli Gregersen stoltur landsliðsspælari

 

- Eg blívi ikki bilsin longur av Atla og hvat hann kann finna upp á at siga. Tað kann vera bæði gott og ringt, heldur Gunnar skemtiliga fyri.

 

Les eisini: Gunnar Nielsen: - Støðan er ikki haldbar

 

Gunnar sigur, at hann er til reiðar til uppgávuna í kvøld, sjálvt um hann ikki spælir fast í Motherwell. Hann vísir á, at tað altíð eru nøkur ting, ið skulu eydnast um eitt føroyskt landslið skal fáa eitt gott úrslit.

 

- Vit skulu sjálvandi standa væl, verja væl og hava ein góðan dag. Vit mugu vera til reiðar, at teir koma við 140 kilometrum um tíman, men eisini at vera til reiðar uppá, at teir kunnu spæla skjótan og tekniskan fótbólt, sigur Gunnar Nielsen, men leggur afturat.

 

- Eg føli eisini, at tað er týdningarmikið, at vit eru vandamiklir í hinum endanum. At vit hava ferð og leypa á. Sjálvt um tað er týdningarmikið, at vit verja væl, so haldi eg tað absolut týdningarmikið, at teir kenna seg hóttar av okkara spæli. Annars verður tað ógjørligt at halda allan vegin heim, sigur Gunnar Nielsen.

 

Landsdysturin millum Norðurírland og Føroyar verður á Windsor Park í Belfast í kvøld klokkan 19:45. Rás2 sendir 3. Hálvleik aftaná dystin við samrøðum úr Belfast.