TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum ein yvirglaður Atli Gregersen, verjuskansi segði við Trónd Arge, aftaná minniliga 2-1 sigurin ímóti Grikkalandi í kvøld.
Atli var rørdur og ovurfegin um liðinnsatsin, málini, sigurin og stigini. Men Atli undirstrikar aftur og aftur í samrøðuni hvussu fegin hann er um ovurhonds stóra stuðulin føroysku áskoðararnir góvu føroyska liðnum.