August: Fekk mista ringin aftur

Ein røð av tilvildum førdu til, at Bjarma Gærdbo fekk ringin aftur, sum hon misti fyri nýggju árum síðani

- Eg trúði næstan ikki mínum egnu eygum: Kundi tað veruliga vera MÍN ringur, sum Rakul í mínum flokki gekk við? Eg spurdi hana, men hon visti tað ikki tá. Ikki fyrrenn um kvøldið kom rætti samanhangurin fram: Hetta VAR mín ringur, sigur ein ovurfegin Bjarma Ivansdóttir Gærdbo av Velbastað.

Og so fekk hon ringin aftur, samstundis sum sannleikin um henda góða ring koma fram: Hvussu ein sera vakur ringur av Velbastað hvarv á einum fiskavirki, endaði norðuri á Langasandi, og at enda kom aftur til eigara sín á Velbastað.


Fekk ringin í 1999

Tá Bjarma fekk sítt fyrsta barn, hin 28. februar 1999, gav mamman henni henda sera vakra ringin.

- Í 2002 fekk eg arbeiði á Fiskavirking í Havn, og tá vit fóru til arbeiðis, máttu vit sjálvandi leggja ringar og slíkt í okkara klædnaskáp. Tað var eingin trupulleiki í hesum, tí ringurin og alt hitt lá har tað skuldi, tá arbeiðsdagurin var av, greiðir Bjarma frá.

Men ein av teimum seinastu døgunum hon var til arbeiðis her, lá ringurin ikki í klædnaskápinum, sum hann skuldi. Hóast Bjarma bæði leitaði upp og niðri, heima og á virkinum var serstaki ringurin horvin.

Lívið gekk sína vanligu gongd, og fyrr í ár søkti Bjarma inn á FHS-útbúgvingina á Føroya Handilsskúla. Og slapp inn. Skúlagongdin byrjaði fyrr í mánaðinum, og her vóru nógv nýggj andlit í flokkinum at venja seg við. Millum næmingarnar var Rakul av Langasandi. Í døgurðatímanum fyrradagin komu tær av tilvild av sita lið um lið við sama borð. Og tá er tað at Bjarma leggur merki til ein ring, ið Rakul gekk við.

- Eg spurdi Rakul um eg kundi sleppa at síggja ringin. Tá sigi eg við hana, at eg einaferð hevði átt ein ring sum var akkurát líka sum hesin. Eg fortaldi henni so søguna frá 2002, greiðir Bjarma frá.

Afturkomin úr skúla, norðuri á Langasandi fortaldi Rakul móður síni frá hendingini í skúlanum. Og tá fekk hon eina heilt aðra søgu at vita um henda góða ring:

Mamma hennara var ein av formonnunum á Fiskavirking, meðan Bjarma arbeiddi her. Og her hevði hon eisini funnið henda vakra ringin.


Samgleðist

Í samband við eina av árligu feriunum á Fiskavirking vórðu øll skápini hjá starvsfólkunum ruddað og vaskað. Tá kom hon fram á eitt skáp, sum eingin hevði brúkt í langa langa tíð. Og her lá altso ringurin hjá Bjarmu.

- Eg fekk so at vita frá Rakul, at mamma hennara vildi ikki koyra ringin burtur tá, tí hann var so vakur. Tað helt Rakul eisini sjálv at hann var, og tí hevur hon av og á gingið við honum, sigur Bjarma.

Rakul hinvegin harmast uppá ein máta um, at hon ikki longur hevur henda ringin.

- Eg tók hann av mánakvøldið, tá eg fekk at vita, hvør átti hann. Og tað var líkasum, at tað manglaði okkurt á fingrinum. Eg veit bara, hvussu glað eg hevði verið, um eg var í somu støðu sum Bjarma. Nú gleðist eg bara saman við floksfelaga mínum Bjarmu, sum fekk sín ring aftur, sigur Rakul.


***


5 skúlar bert 1 næming

Lækkandi barnatalið kring landið sæst eisini aftur í talinum av næmingum í summum skúlum. Í fimm teirra er bert tann eini næmingurin. Ein av hesum skúlum er tann í Stóru Dímun, har bert tann eini næmingurin - ein genta - er í øllum skúlanum. Ein annar skúli undir somu korum er tann í Fámjin. Í somu oyggj liggur bygdin Hov, sum eisini er vaksin í fólkatali, men sum altso bert hevur tann eina næmingin. Á eystastu oynni, Fugloy gongur eisini bert ein einstakur næmingur, og á vestastu oynni, Mykines gongur ein næmingur í skúla.


Lundin illa fyri

Onkrar ábendingar eru um, at lundastovnurin kanska er á veg upp aftur. Tað hoyrist frá monnum, at tað er væl meiri lundi inni undir landi nú, enn tað hevur verið tey mongu seinastu árini. Men lundastovnurin er ikki væl fyri, sigur Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur.

- Nei, tað er hann ikki. Eingin pisa er komin undan seinastu sjey árini, og í ár hevur lundin als ikki vorpið. Tað gjørdi hann heldur ikki seinasta ár. Tað sigur seg sjálvt, at tá lundin ikki hevur vorpið seinastu sjey árini og út av seinastu 40 árunum hava verið fleiri vánalig heldur enn góð, so sær ikki gott út hjá lundanum, sigur Jens-Kjeld Jensen.


Kajakkmenn í neyð

Tríggir menn komu illa fyri, tá ið teir í kajakkum sínum settu kós móti Risanum. Vindurin vaks, og teir valdu at fara upp á land. Ein ringdi og bað um hjálp, boðini fóru til Eiðis Bjargingarfelag, sum fór við mobbátinum Thor Rescue eftir monnum. Menninir vóru allir í draktum og tí væl fyri. Tað gingu bara smáir 40 minuttir, frá tí at menninir bóðu um hjálp, til teir í øllum góðum vóru komnir í land.



Vilja sleppa at basa

Síðani promillumarkið varð sett niður, skal lítið til, áðrenn fólk kunnu verða tikin fyri promillukoyring.

Eftir Summar Festivalin segði løgreglan, at tað er blivið meira vanligt, at fólk koma inn á løgreglustøðina fyri at sleppa at blása í alkometri hjá løgregluni. Tey vilja tryggja sær, at tey kunnu koyra bil lógliga – og ikki hava alkohol í blóðinum. 


***


Fólk spyrja, um tað búgva 4,8 mió. fólk í Føroyum. Síðani spyrja tey uppaftur, um tað var 480.000 fólk. Men nei, her búgva 48.000 fólk. Pál er heimagjørdur, føddur og gøddur í Suðuroynni. Hetta er ein søga, sum øll elska.

Jon Hestoy, formaðurin í Svimjisambandinum, um at verða til altjóða kappingar við Pál Joensen



Avbjóðingarnar hava verið nógvar og truplar, men Føroyar teljast framvegis millum heimsins ríkastu lond. Allar umstøður eru gamaní ikki nøktandi, men grundleggjandi er okkara samfelag trygt at liva í.

Kaj Leo Johannesen, løgmaður