Tað er ein øking í politiskum harðskapi í USA, og drápið av konservativa kjakaranum og aktivistinum Charlie Kirk kann trýsta gongdina í einum longu býttum landi.
Tað er ein ávaring frá granskarum, sum tosa við tíðindastovuna Reuters.
Kirk doyði í gjár, eftir at hann varð skotin á einum kjakfundi á Utah Valley universitetinum. Gerningsmaðurin er framvegis leysur í morgun okkara tíð.
- Hendan hendingin er ógvuslig, ørkymlandi, men ikki neyðturviliga undrunarverd, sigur Mike Jensen, granskari á lærda háskúlanum í Maryland.
Háskúlin hevur havt eftirlit við hesum slagnum av harðskapi í einum yvirgangsdátugrunni síðani 1970.
Fyrsta hálva árið hava verið umleið 150 politiskt motiverað álop í USA.
Tað eru næstan dupult so nógv sum sama tíðarskeið í fjør, sigur Jensen.
- Eg haldi, at vit eru komin á eitt sera, sera hættisligt støði beint nú, sum lættliga kann eskalera til meira umfatandi ófrið millum borgararnar, um vit ikki fáa tamarhald á tí, sigur Jensen.
- Hetta kundi heilt sikkurt blivið eitt slag av kritiskum punkti, sum gevur íblástur til meira av tí.
Serfrøðingar innan yvirgang innanlands vísa á eina røð av viðurskiftum, sum kunnu vera við til at økja um harðskapin. Talan er millum annað um búskaparliga óvissu, stúran fyri broyttum demografi og eitt hart kjakveðurlag.
- Ekstremur politiskur harðskapur gerst alsamt meira vanligur í landi okkara, og skottilburðin av Charlie Kirk er eitt úttrykk fyri einum nógv størri og meira útbreiddum trupulleika: Harðskapsgerðir gerast vanligari - eisini uttan eina greiða hugmyndafrøði ella motiv, segði Jon Lewis, granskari á ekstremismuútbúgvingini hjá George Washington University.
Ritzau/Reuters